Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og løgtingsmaður heldur flaggdagsrøðuna í Klaksvík seinrapartin
Spurdur um hvat hann ætlar at røða um sigur Jógvan at hann ikki ferð at tosað so nógv um sjálva flaggsøguna – sum hevur verið sera nóg frammi.
– Eg fari at røða um hvat tað er fyri ein tjóð og hvørjar dygdir hon hevur, sum goyma seg aftanfyri Merki. Eisini fari eg at tosað um virðing fyri øðrum tjóðum og um aðrar tjóðir kenna tað dygd sum býr í føroyingum.
– Í røðu míni verður eisini lagt upp til tættari samstarv við aðrar tjóðir, sum á ávísum økjum vita betur enn vit.




