Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør er Ársins Fyrstahjálpari 2014?

Oliver Joensen

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum

‘Ársins Fyrstahjálpara 2014’.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

‘Ársins Fyrstahjálpari 2014’, fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstahjálpsinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi.

Oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og eisini fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, skal sendast Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 31. januar 2015 á redcross@redcross.fo ella sum vanligur postur til Bryggjubakka 10, 100 Tórshavn.

‘Ársins Fyrstahjálpari 2014’ verður tilnevndur hósdagin 12. februar 2015 kl. 16 á Reyða Krossi, Bryggjubakki 10 í Havn.

www.reydikrossur.fo