Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør er besti venjarin í Effodeildini?

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur hugt eftir, hvussu úrslitini hjá venjarunum í Effodeildini í 2013 hava verið ígjøgnum tíðirnar.

Norðlýsið hevur hugt eftir, hvussu úrslitini hjá venjarunum í Effodeildini í 2013 hava verið ígjøgnum tíðirnar.

Vit hava einans talt landskappingardystir í bestu deildini uppí. Síðani verður hugt eftir, hvussu nógv stig pr. dyst hesir ymisku hava fingið. Hvør vunnin dystur hevur talt 3 stig í útrokningini.

Tað er neyvan so einfalt at siga, at mest stig pr. dyst siga allan sannleikan um ein venjara. Tí fortreytirnar eru ógvuliga ymiskar. Summir venjarar hava einans verið hjá liðum, sum kunnu væntast at liggja í toppinum, men summir bara hava vant smærri lið, sum ikki hava verið mett millum tey sterkastu. Hagtølini eru frá faroesoccer. Av venjarunum í Effodeildini 2013 hava nýggju roynt seg áður í bestu deildini. Hans Fróði Hansen hevur ikki verið venjari í bestu deildini áður og tí er hann ikki á listanum.

Í morgin hava vit ein annan lista, har vit samanbera dagsins venjarar við aðrar útvaldar venjarar í føroysku kappingini gjøgnum tíðirnar.

Sámal Erik og Jógvan Martin

Skulu vit brúka stig pr. dyst sum barometur fyri at døma dygdirnar hjá venjarunum, so hava AB og Víkingur teir bestu venjararnar í ár. Einans 0,1 er á muni millum Sámal Erik Hentze og Jógvan Martin Olsen. Har skal sigast, at Sámal Erik hevur 47 dystir, meðan Jógvan Martin hevur 171 dystir og tí eitt breiðari grundarlag at dømast útfrá. Í ár stendur Sámal Erik á odda fyri upplfytarunum úr AB, meðan Jógvan Martin venur Víking, ið kann væntast at enda væl frammanfyri AB. Tí liggur Jógvan Martin mest sannlíkt á odda, tá kappingin í ár er av.

Listin yvir venjararnar í Effodeildini 2013 eftir, hvussu nógv stig pr. dyst teir hava fingið áður í bestu deildini:

1. Venjari: Sámal Erik Hentze

Feløg: AB og HB

Úrslit: 82 stig í 47 dystum

Stig pr. dyst: 1,74

2. Venjari: Jógvan Martin Olsen

Feløg: Víkingur, NSÍ og B68

Úrslit: 296 stig í 171 dystum

Stig pr. dyst: 1,73

3. Venjari: Mikkjal Thomassen

Feløg: B36

Úrslit: 133 stig í 81 dystum

Stig pr. dyst: 1,64

4. Rúni Nolsøe

Feløg: HB og ÍF

Úrslit: 69 stig í 44 dystum

Stig pr. dyst: 1,57

5. Venjari: Páll Guðlaugsson

Feløg: KÍ, GÍ, B36, EB/Streymur og ÍF

Úrslit: 142 stig í 98 dystum

Stig pr. dyst: 1,45

6. Venjari: Abraham Løkin

Feløg: ÍF og NSÍ

Úrslit: 120 stig í 90 dystum

Stig pr. dyst: 1,33

7. Venjari: Piotr Krakowski

Feløg: 07Vestur, EB/Streymur, B36, FS Vágar og B71

Úrslit: 498 stig í 382 dystum

Stig pr. dyst: 1,30

8. Venjari: Oddbjørn Joensen

Feløg: HB, AB, KÍ og LÍF

Úrslit: 67 stig í 61 dystum

Stig pr. dyst: 1,09

9. Venjari: Albert Ellefsen

Feløg: ÍF, HB og FS Vágar

Úrslit: 77 stig í 77 dystum

Stig pr. dyst: 1,00