Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør er Elsa Hammer?

Oliver Joensen

Í farnu viku skrivaði eg, at kvinna varð vald í nevnd Klaksvíkar Ítróttarfelags í 1959. Men kvinnur vóru sera virknar í felagnum langt fyri tað.

Fyrstu ferð, ið skipað verður fyri tiltaki at fáa felagnum pening – tað var í 1906 – standa tríggjar kvinnur á odda. Tær vóru Karin Biskopstø, Rigmor Lützen og Elsa Hammer.

Karina og Rigmor kenna vit væl. Karin var dóttir bóndahjúnini á Myrkjanoyri og giftist Jógvan Fr. Joensen úr Gerðum, sum seinni fekk sær eftirnavnið Kjølbro. Rigmor var dóttir handilshjúnini Sigrid Mariu og Nichels Lützen. Rigmor búði bæði í Keypmannahavn og í Føroyum saman við skaldinum J.H.O.Djurhuus.

Men hvør var Elsa Hammer?

Fleiri í Hammer-ættunum hava víst mær á fleiri, ið eita Elsa, men eingin hóskar í aldri við hesa. Í fólkateljingini fyri Klaksvík 1906 stendur hon at búgva hjá Nichels Lützen og verður nevnd ”logerende expeditrice”. Hon er fødd 10.11-1884. Men einki verður sagt um, hvar hon er fødd.

Veit nakar at siga mær, hvør henda Elsa Hammer er, og hvat ið varð av henni seinni í lívinum?

Skriva so til mín: arni.dahl@skulin.fo ella ring 45 11 58.

24.02-09

Árni Dahl