Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør er tað, sum skákar sær undan?

Hans Andrias Sølvará

Takk fyri viðmerkingina, Jógvan – spurningurin er bara, hvør roynir at skáka sær undan hvørjum.

Takk fyri viðmerkingina, Jógvan – spurningurin er bara, hvør roynir at skáka sær undan hvørjum.

Eg havi bara endurgivið brot úr endurminningum frá 1920 og 30 árunum hjá Josiasi Matras, einum mentaðum, trúgvandi og djørvum klaksvíkingi, sum prógv fyri, at “summi” í Klaksvík “vilja siga”, at kjølbrofyritøkan hevði ov stóra ávirkan á lívið í Klaksvík. Her havi eg so hvørki sagt nakað skeivt ella lagt meira í tekstin hjá Josiasi enn hann kann bera. Eg standi við hvørt orð, sum eg havi sagt um hesi viðurskifti í fyrilestrinum og eg hvørki havi ella fari her at skáka mær undan nøkrum av hesum.

Próvbyrðan liggur ikki hjá mær – hon liggur hjá Jógvan, ið hevur lagt Josias undir “søgureingjan”.

Vinarliga

Hans Andrias Sølvará