Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør er verdur at fáa fleiri milliónir í løn??

John William Joensen

spurgdi Heini O. Heinesen, løgtingslimur í løgtinginum og sipaði beinleiðis til lønirnar sum føroysku bankastjórarnir fáa. Orðini vóru søgd í samband við at løgtingið samtykti broytingar í ALS skipanini sum m.a. tekur hámarkið fyri útgjaldið úr ALS burtur

Til viðgerðar í løgtinginum í morgun er uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skatta-, avgjalds- og stuðulslógum ella tann sokallaði Bústaðapakkin og so eisini uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

Tinglimir umrøddu nógv at tey vælbjargaðu seinastu árini hava fingið skattalækkingar  og Jenis á Rana kallaði uppskotini sum landsstýrið var komið við eitt net av appelsinum – har ein var spilt. 

– Eingin keypir eitt net av appelsinum um ein í netinum er spilt, segði hann m.a.

Heini O. Heinesen langaði út eftir ótalmaða lønarvøkstrinum til stjórar og serliga bankastjórar.

– Hvør er verdur at fáa fleiri milliónir krónur í løn um árið – bara tí at ein er stjóri í einum partafelag ella peningastovni??, spurgdi tinglimurin og hann helt tað verða heilt forkastiligt tað sum hevði gingið fyri seg seinastu árini.