Høvuðspersónurin sigur, at hann ikki er í konkretum samráðingum við nakað felag enn. Men at áhugin er stórur.
Tað eru helst umleið 5 felag í Effodeildini, sum vísa landsliðsframherjanum áhuga. HB, B36, Víkingur, AB og B68 hava øll víst áhuga fyri leikaranum í vetur og helst stendur tann áhugin við. So koma ÍF, NSÍ og EB/Streymur, har tað er eitt sindur torførari at meta um, um tey liggja framvið. Hesi liðini tykjast øll hava størri tørv á leikarum á øðrum plássum enn har, ið Jóan Símun hevur sínar bestu dygdir – í álopspartinum.
Jóan Símun Edmundsson sigur við nordlysid.fo, at tað eru fleiri feløg í Effodeildini, sum vísa stóran áhuga. Men eingin avgerð er tikin enn og hann er ikki í konkretum samráðingum við nakað felag. Hann hevur ikki dylt yvir, at tað fyrst verður raðfest at spæla uttanlands, um hetta ber til.




