Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 24. september.
Í ár verða umframt steyp til tríggjar teir bestu bátarnar, og fyri stórsta fiskin, eisini gávukort latin til vinnararnar.
Fyriskipararnar boða frá, at mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum klokkan 07:30. Bátarnir verða aftur at landi klokkan 17.
Uppboðssøla verður við Varpabrúnna frá klokkan 17:30 til 18:30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.




