Um viðrar, verður árliga fiskikappingin í Norðoyggjum leygardagin 11. september.
Næsta vikuskiftið verður ein rættiliga góð streymloysa, og tí hevur Stuðulsfelagið fyri skúlaskipið M/S Dragin avgjørt at skipa fyri tí árligu fiskikappingini, sum eer fyri allar Norðoyggjar. so er bert at vóna at veðrið verður til vildar.
Vinnarar seinasta ár:
Í fjør var tað báturin "Saga" við Eskild Hansen og Jóannes Joensen, sum vóru bestir, og fingu teir steyp til ognar eins og ferðasteyp.
Næstbestur bátur var "Fliðan" við Elmar og Palla Simonsen í Hvannasundi, og triðbestur var "Jenny" við Per Jensen og Richard Johannesen.
Luttøkutreytir
Frá kl. 7.30 fáa allir bátar, sum fara av Vánni í Klaksvík, luttøkuskjøl umborð á "Draganum". Luttakarar á Borðoyavík og Árnafirði fáa eisini luttøkuskjal umborð á "Draganum", men í Hvannasundi og Norðdepli fæst luttøkuskjalið við Frostvirkið, og á viðareiði fæst tað niðri á Eiðsvík. Luttøkugjaldið er 20 kr. pr. mann.
Ikki loyvt at fara einsamallur
Av trygdarávum er ikki loyvt at fara einsamallur, tað skulu minst tveir mans við hvørjum báti. Bátarnir kunnu fara frá landi kl. 8, og tað eer bert loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðureiðskap. Tað er ikki loyvt at fiska við aliringarnar. Seiður telur ikki við í vektini. allir bátar skulu verða aftur á landi í seinasta lagi kl. 17.
Fiskauppboðssøla
Kl. 18 verður fiskauppboðssøla, har fólk kunnu keypa sær at kóka. Fiskurin verður lagdur upp og vigaður við bátabrúgvarnar við Nólsoyar Pálls gøtu. Frá kl. 18-19 verður fiskauppboðssøla við bátabrúgvarnar, so har verða góðir møguleikar hjá fólki at keypa sær nakrar greipur av smáfiski til at hanga upp.
Teir, sum hava luttikið í fiskikappingini, fáa kaffi og pannikøkur umborð á "Draganum".
Besti báturin
Tann bátur, sum hevur stórstu veiðu pr. mann, veerður vinnari og fáa teir ferðasteyp. Manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa steyp til ognar. Eisini verður steyp latið til tann, sum hevur fingið tann stórsta fiskin.
Steypini til fiskikappingina hevur Norðoya Sparikassi givið.
Nú er at rigga til
Fyrireikararnir vóna, at nógvir mans nú fara at rigga til, so vit fáa eina spennandi fiskikapping. Í Klaksvík liggja nógvir bátar við bátabrúgvarnar, og her er ein góður kjansur hjá monnum at fara á flot og fáa ein hugnaligan dag saman – og spennandi verður hvørjir verða fiskikongar í ár.
Fiskikappingardansur í Skálanum kl. 11′
Til fiskikappingardansin í ár spæla "Julianne-boys", sum eru kendir um alt landið fyri teirra frálíka góða dansitónleik. Fyrireikararnir heita á fólk um at koma í dans áðrenn miðnátt, tí so fáa tey meira burturúr, og dansistemningurin verður betri.
Tekning til dansin á tlf. 456661 og 456282.
Peningurin frá fiskikappingini og dansinum fer óskerdur til skúlaskipið Dragin.




