Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør greinar og verjir føroysk áhugamál í Arktis?

Bill Justinussen

Eru Føroyar luttiknar í stóra greiningararbeiðnum, sum danska verjan í næstum fer at gera viðvíkjandi trygd í Arktis?

§52a-fyrispurningur til løgmann um Arktis

Hvørji áhugamál Føroya í Arktis leggur løgmaður serligan dent á at røkja?

Hvør greinar og verjir føroysk áhugamál í Arktis?

Eru Føroyar luttiknar í stóra greiningararbeiðnum, sum danska verjan í næstum fer at gera viðvíkjandi trygd í Arktis?

Verður løgmaður Føroya vegna sum partur av ríkisfelagsskapinum støðugt kunnaður um hernaðarligt virksemi í Arktis?

Viðmerkingar

Sambært SVIPA-frágreiðingini eru Føroyar land í Arktis. Harvið eiga Føroyar náttúrligan part í ábyrgd og áhugamálum í arktiska økinum. Stórveldini USA, Rusland og Canada hava ovurhonds fíggjarliga og hernaðarliga styrki í mun til norðurlondini, sum eisini hava mørk móti Arktis (Danmark umvegis ríkisfelagsskapin við Føroyar og Grønland).

Seinnu árini er virksemið í arktiska økinum nógv vaksið. Við veðurlagsbroytingunum latast nýggjar siglingarleiðir upp. Ferðavinnan í økinum mennist. Ráevni í undirgrundini gerast meiri atkomilig. Nýggjar havleiðir við livandi tilfeingi gerast veruleiki. Dysturin um rættindi at gagnnýta nýggju møguleikarnar harðnar. Í hesum dystinum ota stóru londini seg nærri hvørjumøðrum. Tyngsti ítøkiligi leikarin er landanna hermegi, sum staðfestir styrkina, ið kemur at tryggja atgongd til í teirra eygum sjálvsøgd rættindi.

Danmark røkir í høvuðsheitum føroyskan uttanríkispolitikk. Í spurninginum um Arktis hevur Danmark mong áhugamál at røkja. Viðvíkjandi Arktis hevur tað stóran týdning at varðveita góð viðurskifti við stórveldini, serliga Rusland. Samstundis átekur Danmark sær leiklut saman við ES at verja mannarættindi í Ukraina. Á teirri síðuni eru viðurskiftini við Rusland versnað seinastu tíðina.

Fyri møguleikar Føroya og Grønlands í Arktis hevur tað týdning, hvussu Danmark ber seg at í altjóða politikki, so leingi, vit eru í ríkisfelagsskapi. Danska verjan fer nú undir eitt stórt greiningararbeiði viðvíkjandi trygd í Arktis. Í fyrsta umfari eru settar av 100 mió. krónur til greiningararbeiðið, sum skal verða liðugt í vár. Sum land í Arktis og samstundis sum partur av ríkisfelagsskapinum eiga Føroyar at vera partur av greiningararbeiðnum á jøvnum føti við Grønland og Danmark.

Seinastu árini hava USA, Canada, Rusland og Noreg økt um hernaðarligu tilbúgvingina í arktiska økinum. Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Uffe Ellemann Jensen sigur í samrøðu við Danmarks Radio 5. januar 2015, at danska hernaðarliga tilbúgvingin er alt ov lítil í Arktis. Skulu Grønland og Danmark takast í álvara sum stórveldi í Arktis, eigur ríkisfelagsskapurin at senda munandi fleiri skip og flogfør til økið. Ikki sum krígsavbjóðing, men júst fyri at sleppa undan at freista hini londini at koma ov nær okkara mørkum.

Høvuðsendamálið við allari hernaðarligari hjáveru er tilbúgving, leiting og bjarging. Men ongin ivast í, at skuldi tað aftur blivið kalt millum stórveldini, fer hernaðarlig styrki í Arktis at hava stóran týdning fyri samlaðu viðurskiftini. Seinastu mánaðirnir við kreppuni í Ukraina eru sterkar ávaringar um, at trygdarviðurskifti eru skjótt umbroytilig.

Bill Justinussen, formaður Útnorðurráðsins