Nú val er útskrivað, ræður um at halda høvdið kalt og fokusera upp á tað rætta.
Løgmaður nevndi sjálvur í síni ólavsøkurøðu, at einki gildi var ókeypis – rokningin kemur altíð. Tað er púra satt.
Og tað gildið, sum man sjálvur heldur, kann man ikki vænta, at onnur vilja gjalda fyri. Til dømis flatskatturin hjá samgonguni, ið forgyllir lívið hjá teimum á ovastu rókum, men kostar landskassanum einar 300 milliónir kr. hvørt ár.
Tað er sera umráðandi, at tann rokningin fer har, hon hoyrir heima.
Í staðin síggja vit, at samgongan roynir at heinta pengar frá teimum, sum hava minst, til dømis vaskikonuni, flakakvinnuni, arbeiðaranum, einsamøllum við børnum og fleiri øðrum bólkum, sum eru lættir at boyggja.
Um man fokuseraði meira upp á tann vanliga føroyingin við vanligari inntøku, til dømis við at taka mvg’ið av mjólk og breyði, so hevði tað munað.
Stættarmunurin millum rík og fátøk er vaksandi. Gjógvin gerst størri millum kapitaleigaran og arbeiðaran, hálønt og láglønt.
Men vit í Javnaðarflokkinum vilja stríðast ímóti hesum muninum millum tey fáu á ovastu rókunum og ta stóru fjøldina á niðastu rókunum.
Stríðið vinna vit bara í felagsskapi, um vit øll rætta hvørjum øðrum hond um Javnaðarhugsjónina og velja ein sterkan Javnaðarflokk á ting tann 1. septembur.
Sonni Samuelsen,
valevni fyri Javnaðarflokkin




