Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør rindar løgtingslimum løn?

John William Joensen

Í dag fer løgtingið undir at viðgera eitt uppskot frá Kristinu Háfoss um meira gjøgnumskygni í samband við peningaligan stuðul til politisku flokkarnar. Men uppskotið gongur uttan um ein stóran ivaspurning, nevniliga hvør rindar teimum sum sita í løgtinginum løn. Her átti at verið upplýst hvussu lønarviðurskiftini hjá einstøku tinglimunum eru saman skrúvað – tí hóast tingfólk ikki tjena meira enn hvat ein floksskrivari kann tjena, so hava fleiri tinglimir fleiri størv – men hetta fáa fólk ikki upplýst og tað er heldur ikki við í nýggja uppskotinum.

Uppskotsstillarin skrivar soleiðis í viðmerkingum til lógaruppskotið.

Neyðugt er við fullum gjøgnumskygni, tá umræður tann stuðul, ið politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fáa.

Endamálið við lógini er at tryggja, at almenningurin altíð kann fáa fult innlit í, hvussu politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fíggja valstríð og virksemi teirra, herundir

hvør privatur stuðul verður latin flokkum, løgtingslimum og valevnum.

Hetta verður gjørt við, at politiskir flokkar skulu gera roknskap, ið eitt nú skal fevna um upplýsingar um inntøkukeldur og stuðul floksins. Herundir upplýsingar um møguligan privatan stuðul. Eisini skal í frágreiðing til roknskapin upplýsast, um løgtingslimir ella valevni floksins fáa privatan stuðul samsvarandi hesi lóg.

LES MEIRA HER