Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hvør skal leikluturin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi vera í framtíðini?

Klaksvíkar Sjúkrahús

Sum nakað nýtt bjóðar Klaksvíkar sjúkrahús til valfund hósdagin 29. august kl. 16 – 17.30. Á fundinum vera spurningar viðvíkjandi menningini av sjúkrahúsverkinum umrøddir við serligum atliti til tann leiklut, sum Klaksvíkar sjúkrahús skal hava í hesari menning.

-Hvørjar viðgerðir skulu vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? Hvat skal leggjast aftrat? Og hvat liggur best á hinum sjúkrahúsunum? Eru fysisku karmarnir nøktandi? Eru bygnaðarligu (fyrisitingarligu) karmarnir nøktandi? Hvat skal til av pengum fyri at Klaksvíkar Sjúkrahús skal virka optimalt?

 

Nú stundar til løgtingsvalið og sum nakað nýtt bjóðar Klaksvíkar sjúkrahús til valfund. Á fundinum vera spurningar viðvíkjandi menningini av sjúkrahúsverkinum umrøddir við serligum atliti til tann leiklut, sum Klaksvíkar sjúkrahús skal hava í hesari menning.

 

Fundurin verður skipaður á tann hátt, at flokkarnir hava eitt umboð í part og valevnini fáa upp til 1 minutt í hvørjum umfari at siga, hvussu tey hugsa sær at avbjóðingarnar skulu loysast. Síðani seta orðstýrari og áhoyrarar spurningar til panelið.

 

Tiltakið verður í felagshølinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi hósdagin 29. august kl. 16-17.30 (inn gjøgnum høvuðsinngongdina og so til vinstru).

 

Orðstýrari verður Óluva Zachariasen, journalistur.

 

Klaksvíkar sjúkrahús leggur høli til valfundin og bjóðar kaffi, te og okkurt gott afturvið til valevnini og fundarfólkið.

 

Við vón um góða undirtøku.