Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør skilur bræv frá Almannastovuni?

John William Joensen

Í dag kom ein pensjónistur inn á redaktiónina hjá Norðlýsinum við einum brævið hann hevði fingið frá Almannastovuni. Hann hevði lisið brævið fleiri ferðir og hevði síðani gingið hús úr húsið við brævinum, men eingin dugdi at útleggja brævið fyri honum. Vit komu heldur ikki á mál og tí leggja vit brævið út fyri at vita um onkur gløggur lesari kann skilja tekstin. Tað er serliga seinasta reglubrotið sum er tað royna volapyk.

Í dag kom ein pensjónistur inn á redaktiónina hjá Norðlýsinum við einum brævið hann hevði fingið frá Almannastovuni. Hann hevði lisið brævið fleiri ferðir og hevði síðani gingið hús úr húsið við brævinum men eingin dugdi at útleggja brævið fyri honum. Vit komu heldur ikki á mál og tí leggja vit brævið út fyri at vita um onkur gløggur lesari kann skilja tekstin. Tað er serliga seinasta reglubrotið sum er tað royna volapyk.

Brævið frá Almannastovuni:

Viðvíkjadi fyritíðarpensjón

Sagt verður frá at fyritíðarpensión tygara fellur burtur. Í staðin hava tygum rætt til fólkapensjón frá næsta mánaða smb. §4 í pensiónslógini.

Fólkapensión er samansett av grundarupphædd og viðbót og verður útgoldin mánaðarliga frammanundan.

Grundarupphædd fáa allir fólkapensiónistar uttan mun til, hvørja aðra inntøku teir hava umframt pensiónina.

Viðbótin verður til giftan pensionist roknað, uttan mun til um tann eini ella báðir hjúnarfelagarnir fáa pensión, lækkað við grundarlag í helvtini av samlaðu inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum tilsamans.


Um nakar dugur at skilja seinasta brotið sum vit hava undirstrikað – vinarliga skriva eina facebook viðmerking her niðanfyri. Pensjónisturin ætlar sær til Almannastovuna mánadagin at biðja brævskrivaran sjálvan leggja tekstin út. Sambært heilagu skriftini er tað annars ikki góður siður at tala í tungum um eingin útleggjari er til staðar.