Hetta er góða gamla yrkingin, sum Christian Matras føroyskaði eftir Robert Burns, sum yrkti tað í 1788. Sum tú óivað veitst, sigur Jógvan Hansen, tá eg spyrjið eitt sindur nærri, so er long tíð gingin síðani 1788. Ringt var at goyma nakað tað og tí halda fólk sum hava skil fyri slíkum, at upprunalagið sjálvandi hevur verið fyri broytingum ígjøgnum alla hesa tíð. Enskur Robert Burns nørdur, sum eg havi verið í samband við sigur, at tað finnast tríggjar ymiskar variatiónir av lagnum.
Lagið hóskar væl til ársskitið, tá sungið veður um “Gamlar gøtur”, og tí havi eg hildið tað vera hóskiligt at koma út við mínari variatión nú tað stundar til ársenda. Produsenturin til lagið er úr Finlandi og eisini havi eg havt samband við ein finna, ið hevur arbeitt nógv við havy metal bólkinum Ramstein, hann hevur eisini sett síni fingramerki á framleiðsluna, sigur Jógvan Hansen úr Íslandi í kvøld.
Jú, tað hendir nakað kring tónleika og sangsnillingin Jógvan Hansen, lurta bara:




