Ein viðmerking frá Jógvani Gerðalíð, til Heina Gaard í Punktum.fo 27. februar.
BARDAGIN UM BARNASÁLINA
fólkaskúlin og sunnudagsskúlin
BARDAGIN UM MANNASÁLINA
Sølvará og aðrir og Arnstein og aðrir
BARDAGIN UM HEIMIN (VERÐINA)
Bíblian og Darwin
BARDAGIN UM ALHEIMIN. Himmal og Jørð
Gud og Satan
Heini Gaard í Punktum. fo 27 februar.
Nakrar hugleiðingar hesum viðvíkjandi.
"Við sannleiksorði, við kraft Guds, við
rættvísivápnum, bæði til álop og verju". Úr 2 korint, 6,7
Skráskriftin, er endurgeving úr blaðnum, Punktum.fo
Menningarlæran hevur verið partur av lívfrøðispensum og landalæru hjá føroyskum børnum í mong ár, men hjá mongum er veruleikin tann, at tey læra í skúlanum um morgunin, um menningarlæruna hjá Charles Darwin, og um kvøldarnar og í vikuskiftinum læra tey, at tað, sum tey læra í skúlanum, er nakað tvætl.
Hatta er víst so, men vit kunnu venda tí á. Um kvøldið og í vikuskiftinum læra tey at Gud er skaparin av øllum, og eingin annar, men um dagin í skúlanum, læra tey, at
at hetta er nakað tvætl………..
So er tað tað. Hvør tvætlar?
‘Undirvísingin’ um kvøldarnar gongur fyri seg á ungdómsmøtum í samkomum kring landið alt og í sunnudagsskúlum fyri børn í skúlaaldri
Hví undirstrika hatta brotið (‘undirvísingin’) niðrandi.
Vit hoyra jú ferð eftir ferð frá lærarum og øðrum, ið meta um hesi viðurskifti, hvussu alneyðugt tað er, hetta, at tað eru foreldrini ið hava størstu ávirkan, hvørt barnið trívst í skúlanum, ella ikki.
.
Punktum.fo hevur tosa við fleiri skúlalærarar og ein skúlastjóra, sum allir fortelja um næmingar, sum tíðiliga eru brynjaðir til at verja samkomutrúnna móti undirvísingini í eitt nú lívfrøði og landalæru
Menningarlæran er ein súla í allari vísindarligari grundaðari undirvísing í dag . eisini í fólkaskúlanum – og er tí ein integreraður partur av fleiri fakum í fólkaskúlanum.
Tað kann ikki telja niður í karateri, at næmingar verja sínar hugsjónir, trúnni viðvíkjandi.
Eg havi tosa við ein skúlastjóra og fýra lærarar, sum ikki tóku undir við menningarlæru Darwins..
.
Minningarlæran er ein súla í allari grundaðari undirvísing í dag.
Men hvussu verður í morgin? Nógvir vísundamenn og kendir granskarar hava aðra hugsan enn Darwin.
Men eg eri sjálvandi ikki førur fyri at døma um hvørt teir eru vána granskarar, ella ei, men teir eru í hvussu er víða kendir, siga teir, ið royna at prógva og mótprógva.
Lærarar harmast um at foreldur beinleiðis mótarbeiða skúlalærdóminum, tí tað ørkymlar børnini.
Eisini man tað ørkymla foreldur, at skúlin ikki fylgir teirra reglum teimum er álagt, at hetta er skúli, grundaður á kristnu trúnna, og ikki læru Darwins.
At grunda kristnu trúnna uttanum bíbliunar læru! Ber tað til?
Ein skjót gjøgnumgong av heimasíðum vísir, at flest allar føroyskar samkomur hampiliga miðvíst undirvísa í kreationnismu – tað vil siga læruni um, at gud skapti heimin og eingin annar.
Ja, men er tað heimini og samkoman, ella er tað skúlin ið er farin av leið, soframt tað er ein skúli grundaður Luthers evangelisku kirkju
Bert hesi fáu orð, millum mong onnur av orðum bíbliunar úr
Jóhannes evang. kap. 1, vers 1-4
Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.
Hann var í upphavi hjá Gudi. Alt er vorðið til við Honum, og
uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er.
Við Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna. Citat endað
Eg dugi ikki, sambart hetta at síggja hví Punktum. fo skal finnast at, at foreldur og samkomur av øllum álvi, ávara móti læru Darwis, sum stendur so kontra læru bíbliunar.
Bardagan um barnasálina havi eg nomið nakað við her.
Bardagan um mannasálina (Sølvará–Arnstein), liggur á einum bókligum støði, har eg ikki nái upp ella grynni.
Bardagan um Heimin ( verðina), bíblian – Darwin, verður nokk at harðna og nógv fara í herklæði Darvins, teimum sjálvum til undirgang.
Bardagin um alheimin lesi eg á fyrsta blaði bíbliunar, har bardagin byrjaði, og á næstsíðsta blaði.bíbliunar, (V.D. har hann endaði. Bardagin verður ógvuliga harður
Har skal Satan verða bundin Túsund ár. So verður friður á jørð..
Hann verður royndar leyslatin, stutta tíð, men leikar í sum aldri fyrr. Hesin bardagin eitur,
-Gog og Magog- Satan tapir. og verður leinkjaður, fyri Well, og tá verður friður, bæði á hini nýggju jørð og nýggja himli. Tey bæði gomlu, himmalin og jørðin eru goymd eldinum og nýggjur himmal og nýggj jørð verða bygd, hvørs byggimeistari og skapari er Gud.
jg.




