Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør vann í dag?

Oliver Joensen

Klaksvíkar Sjónleikarafelag fer í dag og nakrar dagar fram at framføra bana- og familjuleikin "Hvør vann í dag"



Klaksvíkar Sjónleikarafelag ferð í dag og nakrar dagar fram at framføra barna og familjuleikin Hvør vann í dag í Atlantis. Leikurin er eftir Henning Lindberg og Óli Olsen hevur føroyska.
Leikarnir eru níggju í tali og eru tað børn og ung millum 10 og 15 ár sum spæla. Leikstjørna hevur Adelborg Linklett.
 
Um leikin er stutt at siga, at Kára fer ikki við foreldrum sínum út at ferðast. Í staðin skal Elsa fastir ansa henni, men Kára hevur ongantíð dámt Elsu fastir. Hon er ein av teimum, sum krevur at Kára vaskar hendurnar væl aðrenn farið verður til borðs, at Kára fer í bað aðrenn hon fer í song, og ikki minst skal hon tíðliga til songar.
  Tá ið Elsa fastir kemur, livir hon upp til alt tað Kára hevði væntað frammanundan. Og so verður Kríggj. Kára fær góða hjálp fra bamsuni, dukkuni og ugluni sum gerðast livandi.
  Sum í øllum góðum søgum, endar tað við, at tær finna fram til, at tær hava meira til felags enn tær høvdu væntað.
 
Sýningarnar verða hesar: Hósdag og Fríggjadagin kl. 19.00. Sunnudagin kl. 17.00. Mánadagin og Týsdagin kl.19.00. Atgongumerki kunnu keypast á Shellstøðini ella við dyrnar ein tíma undan sýning.
 Klaksvíkar Sjónleikarafelag