Í annaðkvøld, fríggjakvøldið 5. apríl kl. 19:00, er Skúlin við Ósánna karmur um áhugaverda, almenna framløgu av granskingarúrslitum um vanar og trivnað hjá ungdómi í Íslandi, samanborið við Føroyar, og har komið verður inná, hvørji viðurskifti og sambond hava týdning fyri tey ungu.

Tað er føroyingurin Firouz Gaini og íslendingurin Jón Sigfússon, sum fríggjakvøldið fara at leggja fram úrslit av gransking av vanum hjá íslendskum og føroyskum ungdómi. Hesum boðar Trivnaðardeildin hjá Klaksvíkar Kommunu frá í tíðindaskrivi.
– Hvussu verður ungdómslívið ávirkað av ítrótti og sambandinum við foreldur og vinir?
– Hvat árin hava góð viðurskifti á hesum økjum á rúsmisnýtslu?
– Hvat hava íslendingar gjørt á hesum øki, og hava tiltøkini í Íslandi havt nakra ávirkan?
Hesir eru nakrir av spurningunum í ungdómsgransking, sum íslendingar hava framt síðan 1992, og sum í 2012 er borin saman við støðuna í Føroyum – og úrslitini eru rættiliga áhugaverd!
Almenna framløgan verður í Skúlanum við Ósánna í annaðkvøld, fríggjakvøldið 5. apríl 2013, kl. 19:00.