Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvørjir standa seg best í mun til leiktíðina?

Jákup Ósá

30 leikarar hava skorað og/ella lagt upp til 10 mál ella meir í ársins Effodeildini eftir 26 umfør. Tað sum tey flestu vita, ið fylgja við, er, at Klæmint A. Olsen hevur skorað flest mál og at Hans Pauli Samuelsen hevur lagt upp til flest mál. Men hvussu sær listin út, um vit telja mál og upplegg saman og hyggja eftir, hvussu nógv mál/upplegg leikararnir hava í mun til spælitíð? Tí tað er munur á fortreytum hjá einum leikara, ið hevur spælt allar minuttirnar og so einum, ið hevur mist t.f. helvtina av árinum vegna skaða.

Niðanfyri eru hagtøl yvir, hvørjir leikarar standa seg fyri mál/upplegg í mun til spælitíð. Markið fyri at sleppa á listan er at hava skorað og/ella lagt upp til 10 mál. Arnbjørn T. Hansen klárar akkurát á listan, men HB álopsleikarin er tann, sum hevur staðið seg best í mun til spælitíðina.

Navn: Mál:Upplegg: Minuttir: Minuttir pr. mál/upplegg

1. Arnbjørn T. Hansen 7 3  748 74,8

2. Finnur Justinussen 15 10 2070 82,8

3. Hans Pauli Samuelsen 9 18 2261 83,7

4. Árni Frederiksberg 9 11 1696 84,8

5. Klæmint A. Olsen 21 6 2294 85,0

6. Andreas Lava Olsen 12 1633 85,9

7. Magnus H. Olsen 6 13 1700 89,5

8. Adeshina Lawal 7 7 1379 98,5 – 2 br.

9. Heðin Klakstein 10 5 1558 103,9

10. Jón Krosslá Poulsen 11 4 1704 113,6 – 2 br.

11. Lukasz Cieslewicz 10 7 1953 114,9

12. Jóannes Bjartalíð 6 11 1971 115,9

13. Pól Jóhannus Justinussen 12 5 2020 118,8

14. Jákup á Borg 6 4 1226 122,6 – 3 br.

15. Andy Olsen 7 5 1501 125,1

16. Heðin Hansen 7 5 1586 132,2

17. Kenan Hajdarevic 6 5 1476 134,2

18. Høgni Madsen 3 10 1781 137,0

19. Einar Tróndargjógv 2 10 1667 138,9

20. Christian Mouritsen 4 8 1673 139,4

21. Jonhard Frederiksberg 6 4 1433 143,3

22. Rógvi Joensen 1 13 2070 147,9

23. Jann Martin Mortensen 3 8 1647 149,7

24. Albert Adu 10 1 1741 158,3 – 1 br.

25. Ari Ó. Ellingsgaard 3 7 1538 153,8

26. Hanus Jacobsen 6 6 1980 165,0

27. Fróði Benjaminsen 6 6 1998 166,5 – 1 br.

28. Clayton Soares 6 4 1912 191,2

29. Jógvan Skeel Nolsøe 8 2 1928 192,8 – 2 br.

30. Mamuka Toronjadze 8 2 2044 204,4

Kelda til mál og minuttir: FaroeSoccer