Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvørjum ári liva vit í?

Emil Bjarnaskor

Eg havi næstan fingið nýggja íbúð, og mamma ringdi suður til Tórshavnar, at vita um eg kann koma inn nakrastaðni, at hyggja mær eftir nýggjum møblum, og hon ringdi til Skemmuna, Vøruhúsið og Ide. Men …

Eg havi næstan fingið nýggja íbúð, og mamma ringdi suður til Tórshavnar, at vita um eg kann koma inn nakrastaðni, at hyggja mær eftir nýggjum møblum, og hon ringdi til Skemmuna, Vøruhúsið og Ide. Men …

Skemman hevði bara eina lyft til møblar, men tann kvinnan sum hon prátaði við, helt ikki tað var ansvarligt at koyra ein koyristól inn har. Tvs. at ein koyristólur kann ikki uppá har, at hyggja sær eftir møblum.

Vøruhúsið svaraði greitt beinaveg: har var eingin lyft, so har kundi eg ikki koma at hyggja eftir møblum.

Ide var tann einasti av teimum 3 handlinum, sum eg kundi kundi bjóða mær at koma at hyggja eftir møblum.

Nú er so nógv snakkað um ST Sáttmálan, og ein handil skal ikki hava eina lyft til ein handicappan, ella eitt eldri fólk sum ikki orkar at ganga, og viðkomandi situr í einum koyristóli, og um handilin er 2 hæddir og viðkomandi vil uppá at hyggja.

Eg var í einum fiskicentri niðri í Danmark. Tey høvdu eina LYFT, og ein handil her heima skal ikki kunna hava eina lyft.

So mítt boð til teir Føroysku handlarnir sum hava fleiri hæddir: rudda eitt petti við trappuna, og bygg eina lyft har, so vit handicappaðu sleppa uppá..