Mangan verður sagt at vit í Føroyum eiga eina sera lítla umsiting og tí er sera tætt millum politikarar, landsstýrisfólk og embætisfólk. Í Føroyum starvast landsstýrisfólk tætt undir liðini á sínum embætisfólkum verður sagt, enntá onkur í sama rúmi. Í øllum føri er vanligt at landsstýrisfólkini dagliga drekka kaffi og hava sínar roykipausir saman við sínum embætisfólkum.
Mangan verður sagt at vit í Føroyum eiga eina sera lítla umsiting og tí er sera tætt millum politikarar, landsstýrisfólk og embætisfólk. Í Føroyum starvast landsstýrisfólk tætt undir liðini á sínum embætisfólkum verður sagt, enntá onkur í sama rúmi. Í øllum føri er vanligt at landsstýrisfólkini dagliga drekka kaffi og hava sínar roykipausir saman við sínum embætisfólkum.
Í samrøðu í Norðlýsinum fyri kortum við ein ungan embætismann í Tinganesi, greiddi hann frá hvussu klassa kammeratarnir hjá honum á danska lærda háskúlanum, misuntu honum, at hann frá fyrsta arbeiðsdegi hevði havt samband við landstýrismannin, sjálvan ministaran – nakað sum teir bara kundu droyma um.
MEN
Lesur ein tað frágreiðing, sum landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevur skrivað løgmanni í málinum um ólógligu flytingarnar (tríggjar í tali), sum í samband við aktuella málið, einans eru farnar fram tíðarbilið Høgni Hoydal hevur havt eftirlit og ábyrgd við Fiskivinnumálum, so far man eina heilt aðra fatan av føroysku fyrisitingini.
Skal ein fylgja tí, sum Høgni skrivar til Aksel í formella brævinum, og tí sum hann hevur sagt alment, so má ein enntá sleppa tað fatan ein higartil hevur havt av Høgna Hoydal sjálvum.
Tí sambært frágreiðingini til Aksel, veit Høgni Hoydal einki um hvat síni egnu, nærmastu leiðandi starvsfólk fáast við, tá tey eru til arbeiðis.
Høgni Hoydal hevur sambært brævinum ikki megna at fata tað kunning hann hevur fingið sum landsstýrismaður í Fiskivinnumálum.
Tað sum verri er, so verður ein noyddur at trúgva at Høgni Hoydal ikki lesir sínar egnu teldupostar og ”skrollar” forbí teir teldupostar, sum týðandi stovnar, sum Fiskiveiðueftirlitið og VØRN senda honum.
Enntá verður ein noyddur at góðtaka at Høgni Hoydal ikki kennir líuskip frá uppisjóvarskipi, hóast hann sambært lóg hevur eftirlit við hesum skipunum.
Skal man trúgva frágreiðingini hjá Høgna Hoydal, verður ein noyddur at staðfesta ØLL omanfyri nevndu punktini sum veruleikar.
Royndirnar undirritaði hevur av Høgna Hoydal eru, at hann er ein sera gløggur maður við drúgvum royndum og góðum innliti í baði politisku og umsitingarligu skipanina í Føroyum. Hann er eisini ein framúr arbeiðsamur og dugnaligur/gløggur maður. Altíð siðiligur og fyrikomandi. Ein fyrimynd hjá fjøld av føroyingum.
Fakta er at Høgni gav beinleiðis boð til síni egnu embætisfólk herundir VØRN um at kunnað hann persónliga, tá umsøknir komu um flytingar og tá veiðuloyvi vóru flutt millum skip. Vit hava eisini staðfest at embætisfólkini gjørdu sum landsstýrismaðurin gav boð um og kunnaðu hann um flytingarnar.
At landsstýrismaðurin, segði løgtinginum at hann einans hevði hoyrt ella frætt okkurt um ólógligu flytingarnar, er beinleiðis í andsøgn við tað sum vit í dag vita um málið. Ella hevur løgmaður ein enn størri trupulleika, tí so er landsstýrismaðurin ikki førur fyri at skilja ella fata tað, sum verður skrivað til ella sagt við hann. Hetta seinasta hava vit ótrúliga trupult við at skilja ella fata.




