Landsstýrismaðurin í Uttanríkismálum, vildi ikki hava hann, sum varð innstillaður nr. 1 og løgmaður hevði ikki álit á nummar tvey. Tí varð lýst av nýggjum eftir aðalstjóra til Uttanríkismálaráðið. Sambært fyrisitingarlógini kann John Rajani ikki viðgera fyrisitingarlig mál, sum beinleiðis hava við stjóran á Føroya Tele at gera, tí stjórin á Føroya Tele er giftur systur John Rajani.
Landsstýrismaðurin í Uttanríkismálum, vildi ikki hava hann, sum varð innstillaður nr. 1 og løgmaður hevði ikki álit á nummar tvey. Tí varð lýst av nýggjum eftir aðalstjóra til Uttanríkismálaráðið.
Eftir at løgmaður fekk greitt at vita frá landsstýrismanninum í Uttanlendismálum, at hann ikki kundi samstarva við tann sum varð innstillaður sum nr.1, valdi løgmaður sjálvur at vraka nr. 2 eisini. Og sum skilst varð tað samstarv millum løgmann og nummar 2 hjá setanar bólkinum, sum varð orsøk til at nr. 2 ikki fekk starvið boðið.
Munur á politiskum og fyrisitingarligum málum
Sambært fyrisitingarlógini var Jákup Mikkelsen, sum fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ikki ógegnigur at viðgera Hanus Hansen, hóast Hanus er beiggi til konuna hjá landsstýrismanninum. Men sambært somu lóg, kann John Rajani ikki viðgera fyrisitingarlig mál, sum beinleiðis hava við stjóran á Føroya Tele at gera, tí stjórin á Føroya Tele er giftur systur John Rajani.
Tann 6. jan 2012 hevði Norðlýsið áhugaverda samrøðu við danskan professaran í fyrisitingarrætti, Sten Bønsing, sum er lektari á Universitetinum í Aalborg. Hann sigur at gegnis spurningurin er ikki eins um talan er um politisk mál og so reint fyrisitingarlig mál.
Sten Bønsing starvast sum lektari á Universitetinum í Aalborg. Hann er “Erhvervsjurist, Ph.D” og granskar í jura, fyrisitingarrætti, fyrisitingarmyndugleika, kommunalrætti og almennum rætti. Hann starvast dagliga sum lektari í fyrisitingarrætti.
– Fyrisitingarlógin er rættliga greið í spurninginum um gegni. Í sjálvari lógini hevur man definera hvør er ógegnigur.
– Tað at kona táverandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen og Hanus Hansen eru systkin ger ikki landsstýrismannin ógegnigan.
– Men var landsstýrismaðurin sjálvur í beinari linju beiggi stór reiðaran, so er lítil ivi um at hann var ógegnigur.
– Harafturat er ikki rætt at tulka lógin beinleiðis til at umfata politiskar spurningar. Talan eigur at verða um metingar sum byggja á konkret mál og her eigur ein eisini at skilja millum yvirskipað politisk mál og so umsitingarlig mál, sigur Sten Bønsing í stuttari viðmerking í samrøðu við Norðlýsið í Januar 2012.
Lógin torfør at lesa
Í fyrisitingarlógini stendur soleiðis: “…….hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni …..“
Men danski serførðingurin sigur at lógin skal lesast á tann hátt at talan er um hjún og syskin hjá landsstýrismanninum og hjúnarfelagarnar hjá systkunum hjá landsstýrismanninum. Einki er nevnt í lógini um brøður og systar hjá konu landsstýrismannsins. Tí skilji eg væl at fólk hava torført at lesa lógina – men soleiðis skal hon nú einaferð skiljast, sigur Sten Bønsing í telefonini úr Aalborg.
——–
Út frá omanfyrinevndu tulking kann John Rajani ikki verða innhabilur í viðger av politiskum málum, sum hava við Føroya Tele at gera ella fjarskiftislógina eins og Poul Michelsen heldur ikki er ógegnigur at viðgera matvørulóggávuna, hóast hann eigur ein av størstu heilsølunum í landinum. Men er talan um beinleiðis fyrisitingarlig mál var støðan ein onnur, men til tess krevst at meta um hvørt einstakt mál sær.




