Hvørji føroysk fólkanøvn eru góðkend? Og hvussu verða tey bend? Tveir spurningar, sum mangan verða settir. Nú ber til at fáa svarið á Sprotanum.
Hvørji føroysk fólkanøvn eru góðkend? Og hvussu verða tey bend? Tveir spurningar, sum mangan verða settir. Nú ber til at fáa svarið á Sprotanum.
Tá ið Sprotin er opin á telduskíggjanum kortini, er so líka til at fáa kanna ivamálini har. Tí kom í vikuni enn ein tøppur inn á orðabókaskránna. Tøppurin er frámerktur NAVN, og er hetta tann føroyski góðkendi fólkanavnalistin.
Tað skrivar Sprotin á heimasíðu síni. Og skrivað stendur eisini:
Enn eru navnafrágreiðingarnar ikki komnar við. Hvaðan navnið stavar, hvør merkingin er, hvussu navnið hevur fingið sítt føroyska snið og annað mangt, ið málhugað vilja hava greiðu á. Men tað fer at koma.
Fyribils eru nøvn við bendingum løgd inn.
—
Eitt sindur um teir tríggir navngávuhættirnir:
Byrja við sama stavi
Navnið var fyrst av øllum ættarnavn. Tað skuldi sýna sambandið við ættina, tí var tað í víkingatíð og fyrr ikki sjáldsamt, at nøvn á foreldrum og børnum byrjaðu við sama stavi ella vóru saman um ein navnalið. Tað, at foreldur og børn vóru saman um ein navnalið, kallaði norski søgumaðurin Gustav Storm(1845-1903) fyri variatiónsprinsippið – havi valt at nevna taðtilbrigdisregluna.
Tað mest vanliga er, at annaðhvørt fyrri ella seinni liður í einum samansettum navni, aloftast í faðirsnavninum, gongur aftur í nøvnunum á børnunum. Umráðandi var, at ættin stóð saman, og við at nýta henda háttin gjørdu nøvnini sítt til, at hon liðaðist ikki sundur.
Í Føroyingasøgu verða t.d. nevndir tríggir brøður, sum vóru skipbrotnir í Suðuroy. Teir eru saman um seinna lið: Havgrímur, Bjarngrímurog Hergrímur. Hesin navngávuháttur er ikki heilt ókendur enn á døgum, tí tað hendir seg meir enn so, at t.d. tvíburar hava ein navnalið í felag, t.d. Arnbjørnog Sæbjørn, og Rannváog Sunnvá.




