Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu fatar tú Blokkin?

John William Joensen

Er Ríkisveitingin rótin til alt ilt í Føroyum, ella er hon ein álítandi inntøka í føroyska landshúsarhaldinum?

Henda spurning kunnu vit seta okkum, nú Ríkisveitingin hevur verið í politiska brennideplinum seinastu tíðina

Ríkisveitingin hevur rættiliga verið í brennideplinum í Føroyum seinastu tíðina, og tá tú eygleiðir orðaskiftið, er tað áhugavert.

Ein einføld fíggjarlig transaktión
Einfalt sæð er Ríkisveitingin ein fíggjarlig transaktión, ið á hvørjum ári fer úr ríkiskassanum beinleiðis inn á føroysku fíggjarlógina.

Í nøkur ár hevur Blokkurin, sum fleiri nevna Ríkisveitingina, verið 615,5 mió. kr. Hóast upphæddin tíverri er “fastfryst”, er hon tó ein stórur partur av samlaðu fíggjarlógini, ið telur umleið 4,5 mia. krónur. Ríkisveitingin er umleið 14 % av fíggjarlógini.

Sammett við ætlaða hallið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010, rúgvar Ríkisveitingin væl upp. Hallið táttar í 800 mió. kr., og einføld høvuðrokning vísir, at hallið hevði verið knappliga hálva aðru milliard krónur, um ongin Ríkisveiting var.

Taka vit tann veruleika við, at hesar 615,5 milliónir krónurnar eru sonevndar “frumintøkur”, ið – sambært Hvítubók – viga serliga tungt í búskapinum, so hevði hallið verið munandi størri uttan Ríkisveitingina.

At umfordeila pening í einum ríkið verður gjørt allastaðni í framkomna í heiminum. Inntøkurnar verða býttar úr ríkiskassum út á búskaparliga økir, ið eru veikari. Onki er nattúrligari enn tað.

Í Føroyum eru vit so heppin at vera partur av einum búskaparliga sterkum ríki, ið hevur góðar møguleikar fyri umfordeilding, og tað er ein stórur fyrimunur hjá okkum.

Blokkurin sum politiskt barometur
Eitt av teimum áhugaverdu aspektunum við Ríkisveitingini er, at hon er vorðin eitt rímiliga gott barometur fyri, hvussu hugsað verður politiskt.

Tey, ið síggja Ríkisveitingina sum “rótina til alt ilt” í Føroyum, eru typiskt tey, ið av einhvørjari orsøk eru fongd við Misskilta Nationalismu.

Hinumegin eru tey, ið síggja Ríkisveitingina sum tað, hon er, nevniliga ein fíggjarlig transaktión og umfordeiling í sama ríki. Hesi duga eisini at síggja, at talan er um eina inntøku.

Hon kemur trúliga inn í búskapin ár undan ári sum ein týðandi partur av grundini undir okkara vælferðarsamfelag. Hetta er ein føst inntøka, og tað munnu vera fáar inntøkur, ið roknast kunnu við á sama hátt í einum búskapi.

Kolasvart afturhald
Misskilta Nationalismu síggja vit serliga í Tjóðveldinum, men so sanniliga eisini í Javnaðarflokkinum og í Fólkaflokkinum, har hon trívist væl.

Hvat er so Misskilt Nationalisma?
Jú, hetta er eitt føroyskt fyribrygdi, ein hugsjón um, at onki ber til í Føroyum uttan at loysing er framd fyrst. Uttan fullveldi ber onki til, er niðurlagið. Ein fylgja av hugsjónini er, at alt, ið hevur sín uppruna í Ríkisfelagsskapinum, er av tí ónda.

Bert hetta seinasta árið hevur Misskilt Nationalisma stungið hógvarnar langt undan í politikkinum og orðaskiftinum.

Til dømis kunnu Føroyar ikki gerast partur av ES uttan fullveldi. Í Føroyum kunnu vit ikki reka ábyrgdarfullan búskaparpolitikk uttan fullveldi. Vit kunnu ikki fara uttanlands við ítróttafólki okkara uttan fullveldi. Og so frameftir og so frameftir.

Henda hugsjón, ið alir upp mistreystið, hevur síðani 2001 kostað føroyingum umleið 4.000 mió. kr. (Fýra Milliardir Krónur!!). Hetta er tað sama, sum ein Sandoyartunnil, ein nýggj altjóða floghavn og smáu tunlarnar í Norðurøkinum og Suðuroy kosta tilsamans. Hugsa um hetta eina løtu.

Vinnan er nú eisini farin at kenna sviðan av rokningunum, ið hitt almenna ikki hevur ráð at gjalda fyri inntøkutrygd til fiskimenn o.a.

Eitt slag av trúarjáttan
Hyggja vit at Ríkisveitingini gjøgnum brillurnar hjá Misskiltu Nationalismuni, er greitt, at ein slík fíggjarlig transaktión ella umfordeilding kann bert vera av tí ónda. Hon fremur jú ikki fullveldi, skilst.

Eftirhondini líkist tað næstan einari trúarjáttan hjá Misskiltum Nationalistum at siga, at Ríkisveitingin er av tí ónda.

Í mínari verð hevur hesin hugsanarháttur um eina fíggjarliga transaktión onki samband við rationellan veruleika. Misskilt Nationalisma er í veruleikanum onki uttan kolasvart afturhald og trongskygni, ið undirgrevur vælferðina.

Blokkurin er ein inntøka
Tíbetur eru framvegis nógv, sum duga at síggja, at inntøkur skapa møguleikar, virkisfrælsi, framburð, vælferð og trivnað.

Sjálvur havi eg alla mína tíð fatað Ríkisveitingina sum júst tað, hon er: Ein inntøka, ið Føroyar ráða yvir. Hvørki meira ella minni. At henda inntøka er afturvendandi og tí álítandi, ger hana ikki verri, tvørturímóti.

Øll vita, at álítandi inntøkur skulu til, um samfelagið skal vera ført fyri at veita øllum borgarum sjálvsagdar vælferðartænastur sum t.d. líka og ókeypis atgongd til heilsuverk, útbúgving og pensjón o.a.

Har er ein náttúrligur samanhangur millum inntøkur og vælferð. Tess størri inntøkur, tess betri kann útboðið av vælferðartænastum gerast. Og øvugt.

Seta onki í staðin
Júst henda samanhang royna Misskiltu Nationalistarnir í føroyskum politikki at tiga burtur.

Við at skera burtur av Ríkisveitingini og “fastfrysta” árligu transaktiónina, hava tey skorið í inntøkunum. Tað er tó ikki tað versta. Ólukkan er, at tey hava onki sett í staðin. Ongin nýggj inntøka er komin í staðin fyri tað, sum Ríkisveitingin er vorðin minni.

Avleiðingarnar síggja vit í hesum døgum, nú tað sansar at búskaparliga og fíggjarliga. Sparingar og skerjingar raka vælferðina, og tíverri eru tað tey veikastu í samfelagnum, ið fara at merkja sviðan mest. Tað nýggjasta er, at fráfytingin er farin at økjast aftur, og tað ber í sær, at samfelagið fær varandi skaða.

Hetta, at politikarar nú eru farnir at stríðast um lønarhækkingar og tunlar, er bert ein avleiðing av, at krubban er tóm. Vit mangla inntøkur.

Inntøkuskapan er altavgerandi
Tí er inntøkuskapan tann mest týðandi uppgávan í føroyskum politikki í dag.

Sagt við øðrum orðum: Føroyskir politikarar skulu varðveita og økja verandi inntøkur og gera alt, ið til ber, fyri at skapa nýggjar inntøkumøguleikar.

Í praktiskum politikki merkir hetta m.a., at vit eiga at varðveita og helst økja fíggjarligu transaktiónina, ið vit kalla Ríkisveiting.

Vit skulu hava nógv meira av tí virðismikla uppisjóvarfiskinum, sum á hvørjum ári etur seg feitan á føroyskum øki, men sum føroysk skip fáa alt ov lítlan part av, tá samráðst verður um fiskirættindi.

Og so eiga vit eisini at leggja nógv fyri til tess at gerast partur av ES, so okkara vinnufyritøkur frameftir kunnu fáa lut í menningini í Europa og troyta europeisku marknaðirnar við somu treytum sum okkara kappingarneytar.

Fokus má og skal liggja á inntøkuskapan.

Tað eru krónur og oyru, ið byggja okkara land og fíggja okkara vælferð. Ikki inntriv í gjørdar almennar lønaravtalur. Ikki stongsul á okkara sálarsjúkrahúsi. Ikki dýrkandi prísir á heilivági. Og als ikki Misskilt Nationalisma.

Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður