Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu gjørdust Føroyar danskar?

Jóhann Lutzen

Fríggjadagin 22. september verður miðlasavnið á Tekniska Skúla í Klaksvík karmur um áhugaverdan søguligan fyrilestur, har lektarin Hans Andrias Sølvará, Ph.D., fer at greiða frá Tí føroysku lagnustundini í Kiel í 1814

Fríggjadagin 22. september verður miðlasavnið á Tekniska Skúla í Klaksvík karmur um áhugaverdan søguligan fyrilestur, har lektarin Hans Andrias Sølvará, Ph.D., fer at greiða frá Tí føroysku lagnustundini í Kiel í 1814

Fyrstu tíðina eftir landnámið vóru føroyingar ikki undirlagdir nøkrum øðrum landi. Eftir kristnitøkuna fóru Føroyar undir Noregis kong, og bleiv hetta staðfest við Norsku Lóg í 1274. Vit fylgdu við Noregi, tá Noreg og Danmark komu undir somu trónu, men eftir Napoleonskríggið, har Danmark stóð eftir sum tapari, fór Noreg í personalunión við Svøríki, men Danmark tryggjaði sær í friðaravtaluni frá 1814, at Føroyar, Ísland og Grønland ikki fóru sama veg. Í fyrilestrinum verður komið inn á hesar umstøður.

Hans Andrias Sølvará er føddur í Klaksvík í 1962, tók HF-prógv í Klaksvík í 1982 og er cand.mag. í søgu og heimspeki við Fróðskaparsetrið og Aarhus Universitet. Í 2016 bleiv hann Ph.D. við eini avhandling um føroysku loysingarrørsluna.

Fyrilesturin er partur av Vísindavøku á ferð, sum Granskingarráðið skipar fyri. Tað er Sólfinn Hansen, ið undirvísir í søgu á Tekniska Skúla, ið hevur umbiðið fyrilesturin, og almenningurin hevur eisini atgongd. Fyrilesturin er ókeypis og byrjar kl. 12.