Eyðgunn Samuelsen tingkvinna hevur sett Karsten Hansen landsstýrismanni í heilsumálum skrivligan fyrispurning um umbyggingina av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Landstýrismaðurin fekk játta 15 milliónir at umbyggja og umvæla fyri, nú peningurin er brúktur er bert ein lítil partur, av ætlanini framd. Hvussu verður við restini av umvælingarætlanini, millum annað av deild M, skurðstovu og ambulatorii, verður peningur játtaður og nær verður arbeiðið framt.
Fyrispurningurin kann lesast niðanfyri.
Skrivligur fyrispurningur til Karsten Hansen landsstýrismann í heilsumálum viðvíkjandi umbygging og umvæling av Klaksvíkar Sjúkrahúsi
1) Hvussu langt er umbyggingin/umvælingin komin ?
2) Hvat skal peningurin, ið er játtaður í 2015 nýtast til ?
3) Hvørjar ætlanir eru, um at fremja írestandi umvæling/umbygging og nær byrjar hetta arbeiðið ?
4) Hvussu nógv er írestandi umvæling/umbygging mett at kosta ?
5) Hvussu og nær ætlar landsstýrismaðurin at útvega írestandi fíggingina ?
Viðmerkingar :
Tann 6 februar 2012 samtykti løgtingi verklagslóg til umvæling og umbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsið, upphæddin ið var játtað var á 15 milliónir, ið landsstýrismaðurin fekk heimild at nýta til endamálið í tíðarskeiðnum 2012-2014.
Sambært lógaruppskotinum var ætlanin at nýta peningin til hesi endamál :
· Umbygging á deild A: 3,0 mió. kr.
· Skurð- og skaðastovu umráðið: 2,0 mió. kr.
· Umbygging á deild M: 2,0 mió. kr.
· Aðrar tillagingar runt um í húsunum: 3,0 mió. kr.
· Aðrar umvælingar av øllum bygningum: 2,0 mió. kr.
· Umvæling av gulu húsunum í urtagarðinum: 3,0 mió. kr.
Tilsamans 15,0 mió. kr.
Orsøkin til hesa umbygging/umvæling var lutvíst at rationalisera, við at leggja seingjardeildir saman og lutvíst at tillaga og umvæla verandi bygningar, millum annað, fyri at skapa betri karmar til økta ambulanta virksemi.
Landsstýrismaðurin greiddi soleiðis frá í lógaruppskotinum :
”Ætlanin um at arbeiða við samanløgdum deildum og at fáa meiri nyttu av fermetrum, kann ikki gjøgnumførast uttan broytingar, umbyggingar og viðlíkahald av verandi karmum. Tað er umráðandi, at farið verður í holt við hesar broytingar sum skjótast, og mett verður, at arbeiðið kann gerast yvir trý fíggjarár.
Tað mesta av virkseminum á sjúkrahúsinum fer fram í hølum, sum eru frá 1928 og 1959- 60. Hølisumstøðurnar eru vánaligar, trongar og sera ótíðarhóskandi. Tí skal játtanin í verklagslógini fyrst og fremst nýtast til at fáa grundleggjandi hølisviðurskiftini á Klaksvíkar sjúkrahúsi nútímansgjørd. ”
Arbeiðið fyri tær 15 milliónirnar er nú um at verða liðugt. Arbeiðið hevur higartil, í høvuðsheitum, fevnt um, at skifta nærum øll vindeyguni, nýggjan elevator og at umvæla deild A.
Sum landsstýrismaðurin eisini upplýsir, so skuldi arbeiðið eisini fevna um, at tillaga niðaru hæddina, ið fevnir um skurðstovuna og ambulatorii.
Hetta arbeiðið, umframt at umvæla gulu húsini, er onki gjørt við. Tað er greitt, at skulu øll hesi írestandi arbeiðir gerast, ferð tað at krevja eina nýggja játtan.
Tann partinum av arbeiðinum, ið nú er framt, snýr seg bert um tann partin, ið hevur rationaliseringar við sær. Skal tað bera til at hava eitt virksemi, ið hoyrir einum sjúkhúsi til, er neyðugt at deild M og skurðstovu- og skaðastovuøki verða umvæld/umbygd so tey gerast tíðarhóskandi.
Virksemi á sjúkhúsunum er nógv broytt seinnu árini, eitt nú er ambulanta virksemi økt munandi. Í 2012 taldi ambulanta virksemi, skaðastova, eftirviðgerðir og ambulatorii virksemi áleið 7000 viðtalur. Hetta virksemi er økt og taldi í 2013 umleið 11.000 viðgerðir. Heilsupolitikkurin leggur upp til at økja hetta virksemi enn meira í komandi tíðum og tí er tað sera umráðandi, at umstøðurnar til hetta virksemi verða bøttar.
Skal Klaksvíkar Sjúkrahús framhaldandi vera eitt vælvirkandi sjúkrahús, er alneyðugt at tey grundleggjandi hølisviðurskiftini, ið nevnd eru í lógaruppskotinum, verða dagførd.
Á løgtingi tann 9. februar 2015
Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna




