Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu hevur hilnast við innkrevjingini?

Helgi Abrahamsen

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um hækkaði tinglýsingargjøld.

Bjørn Kalsø spyr millum annað um, hvussu nógv meira er komið í Landskassan í 2016 í mun til undanfarin ár orsaka av hækkaðu tinglýsingargjøldunum, og um nakrar ætlanir eru at hækka gjøldini enn meira.

Seinast tinglýsingargjøldini hækkaðu var í 2008, tá CHE-samgongan tvífaldaði gjøldini, og nú eru tey enn einaferð hækkaði við eini helvt.

Í viðmerkingunum til spurningin sigur løgtingsmaðurin, at almennu útreiðslurnar eru hækkaðar munandi undir nýggju samgonguni og at hópur av gjøldum eru løgd á borgarar og vinnu í eini roynd at fíggja skjótt vaksandi útreiðslurnar.

Landsstýriskvinnan skal svara skrivliga sambært § 52 a í Tingskipanini.

Spurningar og viðmerkingar kunnu lesast við at trýsta her

Harleywoodpaint