Roykur úr rúkandi toftum. Ein føroyskur bumbumaður hevur varpað eitt missil av Bursatanga tvørturígjøgnum eystara húsaveggin í Vinnumálaráðnum, skrivar Tórbjørn Jacobsen
Húsini fara í luftina og øll tinghellan skelvir í sínari grund. Tey, sum komu livandi frá atsøknini, flaksa íkring í sansaloysi, og ministarin kemur tilsótaður, og tó ísakaldur, undan grefliga mahogniborðinum. Ein partur av B&O-anlegginum lavar eftir øðrum kjafti, eftir tí sum eftir er, av norðara bróstinum, og skápið við Chivas Regal fløskunum og cigarunum, hann plagdi at bjóða kammesjukkunum í samgonguflokkunum, táið hann skuldi trýsta okkurt uppá pláss, eftir egnum høvdi, ella samsvarandi nýliberalu hugsjónini hjá flokkinum, var pulviriserað. Etikettin frá einu fløskuni var í granatvarmanum brend inn í húðina á høgra yvirarmi, lík eini tatovering. Átøkur, eini reklamusúlu fyri Rúsuna og skotsku whisky bøndurnar, og um somu tíð einum djørvum sersjanti, ið júst hevur tikið seg aftur frá nærdysti við marxistisku gueriljuna, sum hóttir stabilitetin í hesum ófatiliga framkomna landi, tekur hann fartelefonina úr rivnaða reyvalummanum. Nú ræður um at hugsa klárt, hann velur útvarpið, áðrenn hann varskógvar instansirnar í almennari tilbúgving. Maðurin á redaktiónini, líka gjarna slektaður úr Funningi, velur at bróta seg inn í eina annars áhugaverda sending. Stórtíðindi. Eitt missil hevur rakt Sethúsini, gomlu kasjottuna hjá føroyingum, har so frægir menn sum Erlendur Patursson og Fisher Heinesen hava sitið búraðir inni fyri sítt yvirgangsvirksemi. Koreaslaktarin sat eisini har, fyri smugling, rúsevnasølu og spekulatión. Fyrstnevndi varð enntá valdur inn á ting, meðan hann sat buktaður uppi undir tróðrinum og jaglaði gamlar breyðskorpir frá Frants og kulkaði onkran hendinga vatnsopa í seg, táið fongsulsvaktin, Fríðrikur hjá Garða-Peturi úr Svínoy, legði leiðina framvið. Tjóðin fór í coma. Varrarnar hveptust og dirraðu av ræðslu og øði, tey flestu settu seg, knøini bóru ikki, skjálvtin í liðunum var ov máttmikil og tárini rullaðu niður eftir kjálkunum hjá øllum, ið vóru so heppin, at tey hoyrdu málið í ministaranum. Eitt ódeyðiligt martyrium var skapt. Djurholm hevði yvirlivað enn eitt attentat.
Hetta man vera myndin, tey flestu síggja fyri sær, eftir at stuntríðurnar, transformeraðar ígjøgnum filtursleysu mikrofonhaldarnar, hava tambað hátalarar og skíggjar, eftir at landsstýrismaðurin í vinnumálum, í eina heila og haldiga viku, royndi at skapa sær eitt martyrium, grundfest í einum pástandi um, at hann var blivin drápsmálið hjá onkrum. Annars hevur hann verið merkiliga tigandi, síðani løgmaður gamlaárskvøld boðaði frá gleðiligu stórtíðindunum, at danir nú endaliga høvdu tinglýst føroyska matrikkulin sum hjáland, við ongum tilverurætti, í altjóða samfelagnum, á høvuðsskrivstovuni hjá Sameindum Tjóðum í New York. Táið amerikanskir forsetar hava innanríkispolitiskar trupulleikar, leypa teir konsekvent á annað land við hermegi. Tað ræður um at fjala veruleikan í krútroykinum hinumegin jørðina. Attentatið hjá Bjarne líkist ikki sørt. Maðurin, sum møguliga hevur hótt, er alkendur í politisku skipanini. Hann tosar í telefon við flestu politikkarar dag og dagliga, hetta hevur gingið fyri seg í áravís, og tað tykiskt, sum hevur hann ávísa frægd í, at teska eina hóttan um bæði eitt og annað burturúr sær. Ongin hevur tikið hetta í álvara. Tað hevur heldur ikki víst seg at vera neyðugt. Tað hendir ongantíð nakað. Ikki fyrrenn nú Fólkaflokkurin hevði tørv á at fjala donsku fráboðanina til ST, í krútroykinum frá einum uppspunnum pseudo-attentati ímóti landsstýrismanninum í vinnumálum. Harraguð, maðurin hevur ikki so frægt sum verið í grannalagnum. Hevur bara sligið uppá tráðin til eina skrivstovudamu og heitt á hana um at bera boðini víðari, um at hann ætlaði at gera seg inn á Bjarne, sum við hesum idiotiska stuntinum fekk tvær flugur við einum smekki. Fjalt ST fráboðanina í krútroykinum og rationaliserað móttøkuna í Tinganesi. Ein smartur máti at legitimera sentraliseringina av allari móttøku í Vektarbúðini, uttan svørðslag frá starvsfólkunum. Trupult hjá kuliarunum at argumentera ímóti, táið ein drápshóttan fjalir seg onkustaðni ímillum skinns og hold. Fjøldin er tó ikki býttari enn so, at tey flestu nú, eftir at attentatið vísti seg at vera ein vátur kinesari, og landsstýrismaðurin av tí sama er vorðin uppaftur meira láturligur, enn fyri stuntið, er farið at spyrja eftir Fólkaflokkinum í sjálvstýrismálinum.
Skilagóðir og siðiligir. Sannførdir og greiðir. Álítandi og reiðiligir. Hampamenn teir flestu, hesir sambandsmenninir, sum í flestum førum hava arvað politisku støðuna, sum teir ikki himprast við at gera greiðu fyri uttan at blúgvast. Vit hoyrdu Kaj Leo í lurtinum. Hann legði ikki fingrarnar ímillum, fegnaðist um at Føroyar umsíður vóru skrásettar í altjóða samfelagnum, sum partur av danska eindarstatinum, við dyggari hjálp frá ríkistrællunum báðum – Kalsberg og Eidesgaard. Hitti ein sambandsmann av Strondum nú ein dagin, hann spurdi løgna spurningin, um eg mundi vita, hvussu nógv tað kostaði at produsera ein riddarakross. Skilti ikki djúparu ætlan hansara við spurninginum, og skeyt uppá, at eitt stykki blikkasalat, við bandi og sikkurheitsnál, neyvan mundi kosta meira enn einar 16-18 krónur í leikabúðunum í Keypmannahavn.
Ájú, helt hann fyri, máti skuldi vera við at fara skeivur, men sjálvandi, kostnaðurin varð alt eftir hørjari bringu krossurin fekst at hanga á. Hvørið fekst inn á kongaliga básin at standa, hvørið av berari og blektari fáfongd og í stórlætisørsku fekst í teknatænastu hjá jarðiska Drotti danska ríkisins. Hann helt fyri, at sjáldan høvdu donsk statsáhugamál fingið so frægan forrentning av eini íløgu, sum hendan dagin, táið drotningin hongdi riddarakrossin í útnyrðingshornið, í kantinum uttanvert hjartalokurnar, á Anfinni Kalsberg. Størsta politiska metamorfosa í føroyskari søgu hendi tann dagin. Bjarne, sum nú gongur runt og billar sær inn, at nakar hevði tímað at spanderað eina patrón uppá hann, tók hon sjálvandi við í ferðini, eittans av náði og miskunn, frættist frá hóvinum. Eitt totalt tjóðskaparligt yvirgevilsi. Danir fingu eina heila tjóð afturfyri tveir riddarakrossar, og nú er danska ognin tinglýst í Sameindum Tjóðum.
Froðin hevur flákrað upp frá politiska retorikkinum, síðani stakkaladýrið av einum donskum ríkistrælli, Føroya løgmaður, boðaði frá stórhendingini. Stríðið kom at standa ímillum Jóannes og Høgna. Javnaðar- & Tjóðveldisflokkin. Í tjaksending eftir tjaksending. Í greinum og samrøðum. Ongin gjørdist meira vitandi av hesum, táið kamphanarnir fyri tað mesta stóðu og róptu í holið á hvørøðrum. Tosaðu framvið hvørøðrum. Royndu av øllum alvi at frelsa hvønnannan politiskt, hóast 180 stig eru ímillum sjónarmiðini á ríkisrættarliga feltinum. Eftirhondini er Jóannes vorðin líka so ærligur sum Kaj Leo, staðfestir at fráboðanin hjá dønum, sambært hansara hugsan, ikki er annað enn ein reel niðurstøða um ríkis- & fólkarættarligu viðurskifti føroyinga, soleiðis sum tey eru skipað í dag. Hann sættast eftir øllum at døma við støðuna. Hann og veljarar hansara dáma hendan danska stórpolitikkin okkara vegna, stórtrívast í hesum, og ongin orsøk er at halda annað um Javnaðarflokkin, ið frá føðingini ikki hevur verið annað enn ein socialdemokratiskur ramur sambandsflokkur, og heldur ongantíð verður nakað annað. Tað røkiskt ikki fyri, at hann hættar sær út úr donsku lívmóðrini. Høgna hóvar sjálvandi ikki nýkomnu støðuna, tað verður yvir hansara lík og floksins, at kolonistøðan verður formelt knæsett í altjóða samfelagnum. Eitt afturstig, sum ongin rættskikkaður republikanari kann taka undir við. Tað vistu vit eisini frammanundan. Tí tykiskt tað ørkymlandi, at bara hendan kenda og klassiska stríðsásin skuldi gerast meginfeltið í tíðindaflutninginum um hetta viðbrekna mál.
Hvar er Fólkaflokkurin, Radikalt Sjálvstýrið, vorðin av í øllum meldrinum ?
Fyri sjálvstýrisfólkið í Føroyum er tað hann, sum er avgerandi parturin í tí, ið nú hendir, ella ikki hendir, í føroyskum sjálvstýrisstríði. Ikki hoyggjaríið og ósemjurnar hjá Eidesgaard og Hoydal. Kalsberg kagaði undan hjalsvegginum eina løtu, í tjaksendingunum, men tað var týðuligt, at hann ikki so frætt sum hevði lisið donsku fráboðanina, sum hann sjálvur hevur atkvøtt ígjøgnum á Føroya Løgtingi, og sum nú er endað sum altjóða staðfesting um okkara avmarkingar í millumtjóða samstarvi. Táið hann so royndi seg við fintuni, um hvussu stóra ávirkan hann hevði á danskan politikk, sum fólkatingsmaður, fekk Hoydal sjálvandi ikki hildið sær, hann fekk láturkrampa. Hostaði sum ein nikotinurga. Standandi skemtisøgan á Christiansborg er jú, at ein fólkatingsmaður í konservativa tingbólkinum nú ein dagin, eitt ár eftir valið, spurdi eitt av norðuratlantisku mandatunum eftir, nær Lisbeth L. Petersen mundi fara at vísa seg aftur á Danatingi, um nakað álvarsligt mundi vera hent henni, nú hon ikki hevði verið at sæð harniðri soleingi. Táið hann fekk at vita veruligu søguna, og at viðkomandi sum var valdur, fyri ári síðani, var limur í hansara egna tingbólki, mundi sarkastiski láturin ongan endan fingið. Viðkomandi hevði ikki varnast tómrúmið. Hann kundi bara taka undir við Finnboga Ísakson, sála, sum einaferð skrivaði, at fólkatingsmenninir hjá Fólkaflokkinum ikki tíma at møta á Fólkatingi fyrrenn skrivstovudamurnar ringja, og boða frá, at postkassarnir eru so á tremur við pappírum, at teir noyðast at gera ein svipptúr til ríkisins metropol, um ikki annað, so fyri at sortera í pappírsrúgvunum. Lítil hjálp er eisini at heinta í donskum skrivara, sum ikki skilir føroyska málið.
Danir eru heimsmeistarar í imperialismu. Høvdu ikki áneyðir at samráðast, um hvørki yvirtøkulóg ella uttanríkispolitiskar heimildir. Serveraðu alt á einum fati, spældu hund við Eidesgaard niðri í Keypmannahavn, og trýstu hann og samgonguna, harvið eisini Fólkaflokkin, at atkvøðu fólkatingslógirnar ígjøgnum á Føroya Løgtingi, og tá var hundurin ikki bara hálvbardur, hann var avbardur. Anfinn Kalsberg segði, at hetta var hansara lívsverk, sum nú var vorði veruleiki. Samstundis bedýraði hann, sjálvandi fyri at kyrra hin meira revolutionera veingin í flokkinum, at føroyska uppskotið og føroysku viðmerkingarnar vóru allur sannleikin í hesum álvaramáli. Sjálvandi ignoreraðu danir hendan glantrileikin hjá radikalu sjálvstýrarunum totalt. Hvat skuldu teir brúka hetta fjantið til, sum bara var ætlað illtonktum fólkafloksmonnum, soleiðis at teir ikki í ovursinni skuldu leypa framav. Teir høvdu fingið tað teir ætlaðu og skuldu, og í bráðskundi boðaðu teir Coffi Annan frá, at m.a. Fólkaflokkurin endaliga hevði givin skarvin yvir í føroyskum sjálvstýrisstrevi, meira enn hundrað ár eftir, at tað kyknaði av álvara.
Fyri valdsins sakir, í hesi postkolonialu donsku kommunuskipanini, valdu teir tjóðskaparliga yvirgeving, fyri at halda fast um treytaleysa tamarhaldið á Jóannesi í heimliga politikkinum. Tað er sjálvandi eitt val. Sum serliga skal gagna sterku lobby´ini kring politiska hierarkiið í flokkinum, og tað er meira umráðandi nú enn nakrantíð, táið almennu ognirnar í komandi tíð skula flytast úr almennum yvir í privatan eigaraskap.
Setursfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, heldur, at vælkenda definitiónin, um hvussu politiska skipanin er samanskrúvað, har ásarnir ganga tvívegis, og ongin hevur ivast í tjóðskaparliga blokkinum, er farin úr spónalagnum. Fólkaflokkurin er lopin frá og hevur nú lagt seg í heimastýrisleguna. Tjóðveldisflokkurin stendur einsamallur, sum garantur fyri føroyskum fullveldi. Hendan tulkingin er ikki av leið, og tey flestu, eisini fólkafloksveljarar, munna vera samdir við honum í hesi meting. Miðvísa strevið hjá Bjarne og Ole sigraði umsíður. Ríkisfraktiónin eigur valdið, nú hanga Poul & Co. bara uppi í. Men teir hava framvegis ein møguleika fyri at prógva, um nøkur knota er eftir, táið uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum, um í skundi at boða ST frá, at vit ikki eru partur av, tíansheldur taka undir við, donsku fráboðanini, kemur fyri á Tingi í næstum. Edmund er ikki hugaður fyri at seta Tingið, fyri ásettu tíðina, og Fólkaflokkurin er ikki ressaður, harvið mega vit í ótolni bíða eftir viðgerðini av hesum fyri tjóðina lívsneyðuga uppskoti.
Nú roykurin frá seinasta attentatinum er sogin út í atmosferuna, og krútroykurin ikki fjalir veruleikan, verður neyðugt hjá Djurholm at gera eitt nýtt stunt um mánaðarskiftið komandi. At royna fólksins naivitet einaferð enn. Hvør uppdiktaði attentatmaðurin verður í hesi syftu, er ikki gott at vita, men ongin ivast í, at mikrofonstativini uppi í Sortudýki longu standa til at bresta av berum spenningi. Knæsetingin av kolonistøðu Føroya skal ikki gravast uppaftur og broytast. Tað verða teir og Bjarne garantarnir fyri.
Onkur helt fyri, at so at siga onki mennandi var komið út úr sokallaða Sethúsinum, tilhaldið hjá Vinnumálaráðnum, síðani Brockie tókst við grísahald í kjallaranum eitt skiftið undir seinra heimsstríði. Viðkomandi helt fyri, at meira hóskandi hevði verið, um Bjarne og øll hansara umsiting flutti vesturum, í Skibsted Pakkhúsið, sum havnamenn plagdu at rópa Vaðskítaneystið. Har kundi hann so sitið í friði og náðum og garterað við sínum vátu kinesarum. Teir geva eisini nakað av royki, og tørvur verður á honum, táið tjóðveldisuppskotið, um at halda fast um tjóðarinnar virðir og rættindi, kemur fyri í tí, sum nøkur framvegis halda vera evsta vald landsins. Eftir næsta pseudo-attentatið má roknast við, at felagsmóttøkan verður flutt úr Vektarbúðini niður á Christiansborg, tástaðni er hon í líka góðum hondum sum sjálvstýrismálið. Fall Fólkafloksins er ófatiligt fyri okkum, sum kenna skismaði ímillum veljara og flokk. Harfyri eigur ongin at missa móti, Tjóðveldisflokkurin letur seg ongantíð drassa út av fullveldisbásinum, heldur ikki nú hann stendur einsamallur eftir í tí sferuni av føroyskum politikki.
Riddarakrossarnir, hasi donsku leikapettini, gjørdust føroyingum eitt dýrt fornoyilsi. Ein heil tjóð rillar av hesum imperialistiska bringuprýði, hetta má fáa avleiðingar, og teimum ræður einans fólkið fyri, táið Jóannes um skamma stund fer at leggja kongin. Politiskt vacuum fremur onki. Dregur bara frá í mun til heimin annars. Stundin er komin til politiskt systemskiftið. At royta donsku tinglýsingina útaftur úr arkivunum í ST stjórnarskrivstovunum, fyri síðani at boða teimum frá, at tjóðin tekur sína uppgávu í fullum álvara, sum ájavnur partur av heimssamfelagnum. Tað gerst bara ígjøgnum føroyska statin. Republikkina. Frægasti kendi stjórnarformur, sum higartil finst, sum karmur um viðurskiftini hjá eini tjóð, bæði úteftir og inneftir.
tórbjørn jacobsen




