Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu nógv almennar alment starvsfólk arbeiða kring landið?

NÝTT SJÁLVSTÝRI

Hendan spurning hevur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu.

Hann vil eisini hava at vit hvussu stór almenna lønarútgjaldingin er, býtt eftir sama leisti. Í hvørjari sýslu sær:

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um almennar húsaognir kring landið, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Góðu tit.

Ynski at seta avvarandi landstýrismanni hendan fyrispurningin. Um tað ikki ber til at greina svarið í sýslum, kundu kommunalu samstarvsøkini verði nýtt í staðin.

1. Kann landstýrismaðurin upplýsa fermetratalið á almennum húsaognum við virk­semi, býtt á tær seks sýslurnar í Føroyum?

2. Samlaða fermetratalið á leigaðum húsaognum, nýttar til alment virksemi, sum tað er í hvørjari av teimum seks sýslunum?

3. Fermetratalið á sjálvsognarstovnum í sýslunum, har landið rindar kostnaðin?

4. Hvussu nógv alment lønt starvsfólk arbeiða kring landið, uppgjørt eftir sama myndli, í hvørjari av sýslunum?

5. Hvussu stór er almenna lønarútgjaldingin, býtt eftir sama myndli, í hvørjari sýslu sær?

Viðmerkingar

Um vit vilja varðveita okkara oyggjasamfelag, so fólk eisini í framtíðini velja sær bústað uttan fyri meginøki, krevst, at almenn arbeiðspláss í størri mun verða løgd kring landið. Tær gomlu sýslurnar kundu verið eitt gott boð, har politiska skipanin valdi at styrkja økismenningina við almennum arbeiðsplássum.

Vællønt almenn arbeiðspláss krevja ofta góða útbúgving og servitan. Sjálvsagt verða tey flestu av hesum størvum løgd í høvuðsstaðnum á sama hátt sum í okkara granna­londum. Hinvegin er alneyðugt at hugsa um allar Føroyar. Tað kann politiska skipanin gera við at skapa/leggja førleikakrevjandi almenn arbeiðspláss kring landið.

Býtið av teimum seks sýslunum kundi verið eitt gott boð at greina, hvussu býtislut­fallið av almennum arbeiðsplássum er í dag, og um nøkur oyggj er afturúrsigld í mun til onnur øki. Tí fer ein uppgerð av virkseminum, knýtt at húsaognunum, almenna tørvinum á leigubygningum og útgjald av almennum lønum, býtt út á sýslurnar, at greina veruleikan.

Um tað ikki ber til at greina svarið í sýslum, kundu kommunalu samstarvsøkini verið nýtt í staðin.

Á Løgtingi, 15. apríl 2016

Landsstýriskvinnan svarar soljóðandi:


“Svar

Uppá

skrivligan fyrispurning nr. 44/2015 eftir tingskipanini § 52a til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um alment starvsfólk kring landið, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.

Spurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu nógv alment lønt starvsfólk arbeiða kring landið, uppgjørt eftir sama myndli, í hvørjari av sýslunum? 2.

2. Hvussu stór er almenna lønarútgjaldingin, býtt eftir sama myndli, í hvørjari sýslu sær? Svar

Til spurning 1 og spurning 2:

Talt er upp í hvørjari sýslu sær.

Rættiliga neyvt er talt upp, hvussu nógv alment lønt størv eru eru hjá landinum í 2015, talt upp í ársverkum, og hvussu stórar lønarútgjaldingarnar hava verið, tilsamans 1,75 mia. fyri 4.442 ársverk. Talt er eftir, hvar arbeiðsgevarin býr.

Hjá kommununum vita vit ikki starvsfólkatalið, men bara lønarútgjaldingarnar. Ikki eru allir roknskapirnir komnir inn, men tað, sum vantar, fer ikki at broyta myndina stórvegis. Har, sum økið er í tveimum sýslum, hava vit býtt helvt um helvt (Sunda komm. og VEKS).

Eisini er sett í talvuna fólkatalið ultimo desember 2015 í einstøku sýslunum.

Býtið var hetta:

Sýsla Ársverk hjá landinum Lønarútgjaldingar í kr. hjá landinum í 2015 Lønarútgjaldingar hjá kommununum Lønarútgjaldingar tilsamans Fólk í Sýsluni
Steymoyar 3.192 1.269.986.290 555.561.915 1.825.548.205 23.309
Suðuroyar 414 158.779.268 106.031.951 264.811.219 4.582
Norðoya 355 140.881.790 131.960.143 272.841.933 5.934
Eysturoyar 340 128.615.992 265.071.651 393.687.643 10.930
Vága 113 42.479.311 69.307.679 111.786.990 3.102
Sandoyar 28 10.006.214 24.713.853 34.720.067 1.265
Í alt 4.442 1.750.748.865 1.152.647.191 2.903.396.056 49.122

Fíggjarmálaráðið 3. mai 2016

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna”