Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu nógv hava føroysku peningastovnarnir lánt

John William Joensen

spyr Tórbjørn Jacobsen, í fyrispurningi til Magna Laksáfoss.

Munnligir fyrispurningar til tingfundin miðvikudagin 5. september 2007 :
———————————————————————————————–

· Til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í norðurlandamálum:

Nær kann roknast við, at málið um sjálvstøðugan limaskap kemur til viðgerðar aftur í Norðurlandaráðs høpi, hvørja lagnu væntar landsstýrismaðurin at samfelda føroyska ynskið fær, og hvørjar politiskar leikir hevur landsstýrismaðurin flutt, fyri at einmælta ynskið løgtingsins kann gerast veruleiki skjótast gjørligt ?

· Til Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum:

Veit landsstýrismaðurin, ella hevur hann eina meting um, hvussu nógvan pening føroysku peningastovnarnir hava lánt uttanlanda til at lána útaftur í føroyska samfelagið síðani 1. januar 2004, og hvussu stórar mvg, – avgjalds – og landskassainntøkurnar hava verið orsakað av hesum ?

Viðmerkingar:

Umframt almenna fíggjar- og búskaparpolitikkin hesi seinastu árini, er tað ein sannroynd, at fíggjarstovnarnir á privata marknaðinum hava rikið sín egna paralella fíggjar- og búskaparpolitikk. Milliardalán eru tikin upp uttanlanda og flutt í persónliga lánsskuld hjá føroyingum, sum hava minkað sær um frívirðini. Hetta hevur økt munandi um nýtsluna í samfelagnum, sum aftur hevur vaksið um mvg, avgjalds – og skattainntøkurnar hjá landskassanum. Samstundis hevur samgongan minkað munandi um sítt inntøkugrundarlag ígjøgnum hin nógv umtalaða skattapolitikkin. Fíggjarlógirnar hesi árini hava givið hall og ríða nú kanska um snarið. Mark er sjálvandi fyri lánsevnunum hjá vanligum fólki, og nú stígur kann væntast at koma í hendan síðuleypandi peningapolitikkin, kann eisini væntast, at genereraðu inntøkurnar hjá landskassanum fara at minka úr hesum eingangsfyribrigdinum. Áhugavert kundi tí verið at fingið eina meting frá landsstýrismanninum um, hvussu inntøkurnar hjá landskassanum fara at laga seg frameftir, í mun til útreiðslurnar, sum í alt størri mun eru lønir og lógarbundnar útreiðslur, ið tykjast vera truplar at gera nakað við.

· Til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum:

Er landsstýrismaðurin samdur við javnaðartingmannin John Johannessen, táið hesin í blaðgrein í Sosialinum seinasta fríggjakvøld staðfestir, at Sambandsflokkurin er orsøkin til, at onki er hent viðvíkjandi hølistrupulleikunum hjá Føroya Studentaskúla- og HF-skeiði í hesum valskeiðnum ?

Viðmerkingar:

Ongin, sum bara hevur eina lítla hóming av hvussu avbera vánalig hølisviðurskiftini eru hjá hesum 70 ára gamla skúla at virka undir, ivast eina løtu í, at eitthvørt má gerast við fasilitetirnar, fyri at viðurskiftini bara skula vera á leið nøktandi. Í hesum samgonguskeiði er tað hent, at hesin skúlin varð parkeraður táið tingið avgreiddi málið um at fara undir at smíða nýggjan tekniskan og nýggjan handilsskúla úti í Marknagili. Vit, sum hava verið í andstøðu hetta valskeiðið, hava fleiri ferðir lagt uppskot fram um, at fara undir nýgerð av Studentaskúla í høvuðsstaðnum, samsvarandi tøkum tekningum og semju millum allar tríggjar skúlaleiðslurnar. Málið er fallið líka oftani sum tað er framlagt. Hví samgongan gekk ímóti uppskotinum var okkum ógreitt, hóast vit høvdu eina kenslu av orsøkini, men nú avdúkar John Johannessen í omanfyrinevndu grein, at Sambandsflokkurin er orsøkin, hartil avdúkar hann eisini, at núverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum í vikuvís setti seg steyrrættan ímóti, at finna pening til at endurgjalda ein part av missinum, táið onnur av kostdeildunum brendi í grund fyri kortum. Eru hesi brotini í greinini sonn, so fær man illa hildið annað enn, at Sambandsflokkurin er trupulleikin í málinum viðvíkjandi nýggjum Studentaskúla, annaðhvørt í Hoydølum ella í Marknagili: ”……Hetta skilji eg væl, tí tað var jú júst á seksti ára føðingardegnum í 1997, at Sambandsflokkurin sera snildisliga forkom ætlanunum um nýggjan skúla í Hoydølum. Væl at merkja lovaði landsstýrismaðurin samstundis skúlanum innivist í einum framtíðar depli við Marknagil. Men útmeldingin hevur higartil ikki ført til annað enn klandur, stríð og atgerðarloysi. Tá vit hugsa um hetta, er tað ikki so løgið kortini, at tað var Sambandsflokkurin, sum beindi fyri stásiligu skúlaætlanini. Hetta er flokkurin, sum var ímóti okkara egna føroyska máli í skúlunum, ímóti flagginum, ímóti vegakervinum, ímóti føroyskum kirkjumáli, ímóti føroyskum flogsambandi við útheimin – og sanniliga ídag eisini ímóti at knýta landið saman í eina kappingarføra eind mótvegis umheiminum.” Og til endans staðfestir tingmaðurin, at: ”Aftur her kenna vit svarta afturhaldið.” Fyri rættleikan og søguskrivingina hevði tað verið áhugavert, um landsstýrismaðurin kann greiða tinginum frá sínari niðurstøðu, og um hann er av somu áskoðan sum John Johannessen, um hvør orsøkin er til, at tað ikki hevur gingið um fliðuna í hesum málinum.

· Til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum:

Samsvarandi samtyktu fíggjarlógini fyri árið 2007, er ætlanin, at 2,5 milliónir krónur skula brúkast til gerð av eini rundkoyring í Gøtudali, har vegirnir til Leirvíkar og Fuglafjarðar møtast. Nú góðir tríggir mánaðir eru eftir av fíggjarárinum, er ongin gongd í málinum og tað røkist onki fyri nakrari byrjan yvirhøvur. Nær kann væntast, at farið verður undir hetta arbeiðið, ið sambært tingsins vilja skal fremjast í hesum árinum ?

· Til Jóannes Eidesgaard, løgmann:

Tað kann vera ørkemlandi fyri partar av politisku skipanini, og fyri landsins borgarar, um samsvar ikki er í týðandi málum, ímillum tað sum lýst og avgreitt er á landsstýrisfundi og so tað sum landsstýrismaðurin, ið umsitur málið, velur at siga um tað í fjølmiðlunum. Í hesum førinum er spurningurin, um onki samsvar – ella kanska rættari, at andsøgn – er ímillum tað sum lýst og avgreitt er á landsstýrisfundum um m.a. Sandoyartunnilin og onnur stór mál, og so tað sum Magni Laksáfoss hevur sagt í fjølmiðlunum um somu mál ?

Viðmerkingar:

Sjónvarpið hevði eina frásøgn um hesi viðurskifti seinasta fríggjakvøld. Bjarni Djurholm, sum var virkandi løgmaður tað kvøldið, og harvið vikarierandi samgonguleiðari, segði soleiðis frá í sendingini: ”Eg haldi eg kann siga við vissu, at hann (les: Magni Laksáfoss) ikki hevur tikið málini til viðgerðar, tað hevur verið til viðgerðar á landsstýrisfundi, tað hevur verið til viðgerðar undir ymiskt viðhvørt, men tað hevur ikki verið lýst og avgreitt soleiðis sum vit hava sæð tað í fjølmiðlunum.” Hetta man vera tað nærmasta komast kann einum politiskum karaktermorði, og í hesum førinum er tað ikki hvør sum helst, sum ger royndina. Nevniliga maðurin við evsta útinnandi valdinum ta løtuna, orðini vórðu serverað øllum landsins borgarum. Heimafturkomni og veruligi løgmaðurin eigur at gera tinginum og fólkinum greitt, um Magni Laksáfoss tilvitað virkar við tveimum dagsskráum í stórmálum sum omanfyri nevndu, einari á lokaðum landsstýrisfundi og heilt aðrari í almenna rúminum, í sama máli, ella um onki hald er í tí, sum Bjarni Djurholm førdi fram í Degi og Viku fríggjakvøldið. Orðini hjá floksfelaga løgmans, John Johannessen, í somu sending, stiðja undir fráboðanina hjá Djurholm, táið hann sigur soleiðis frá: ”Hatta er, ja, eitt beinhart valstríð, sum Sambandsflokkurin er farin í gongd við. Hann roynir at máa støðið undan samgonguni, til sín egna fyrimun, og eg vil mæla Kaj Leo Johannessen til at lurta eftir sínum egnu orðum, har hann sigur, at Sambandsflokkurin heldur altíð gjørdar avtalur.” Vónandi greiðir løgmaður hesa fløkjuna fyri okkum, táið tað verður vónleyst hjá andstøðu, fjølmiðlum og borgarum landsins, at fyrihalda seg til politikk samgongunar, um landsstýrismenn skifta lit í stórmálum sum kamæleónir, alt eftir hvørjum ljósi teir standa í og hvørjum teir vilja tekkjast.

Á Løgtingi, 04. september 2007.

tórbjørn jacobsen