Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu nógv vald skal ein borgarstjóri hava

John William Joensen

Tá amerikanski forsetin, Franklin D. Roosevelt, doyði av sjúku tann 12. apríl 1945 var hann júst valdur og svorin í eið sum forseti fyri fjórðu fer. Parlamentarikarar í USA søgdu, at í einari fólkaræðisligari skipan var tað sera óheppið at ein persónur kann sita við valdið í so nógv ár – og serliga tá talan er um ein sess sum hevur so nógv vald sum amerikanski forsetin hevur. Til ber ikki at samanbera eitt nú danska statsministaran og føroyska løgmannin við valdi sum liggur hjá amerikanska forsetanum, sum er baði statsleiðari og hevur víðjar heimildir til við kunngerðum at stjórna landinum. Ein annar stórur munur er at hvørki løgmaður ella statsministarin er valdur beinleiðis av fólkinum.

Borgarstjórar eru heldur ikki valdir beinleiðis av fólkinum, og er tað kanska ein andsøgn tí sera nógv vald liggur hjá tí persóni sum er borgarstjóri.

Borgarstjórin er einasti kommunal politikari sum arbeiðir fulla tíð og hann er limur í øllum nevndum. Tað er hann sum myndar býráðið út til borgaran – baði politiskt og umsitingarliga.

Tá skúlar, vegir, dagstovnar skulu takast í brúk er tað borgarstjórin sum klippur snórin og tá pressan skal spyrja um mál verður víst til borgarstjóran. Tí er heldur ikki løgið at øll vita at Heðin Mortensen er borgarstjóri í Tórshavn og Jógvan Skorheim er borgarstjóri í Klaksvík – meðan tað neyvan eru mong sum kunnu nevna fleiri enn tríggjar – fýra býráðslimir í Klaksvík ella Tórshavn.

Tað vísir seg eisini at borgarstjórin undir vanligum umstøðum er nógv størsti toppskorarin til býráðsval. Hóast skipanin sigur at tað eru býráðslimir sum velja borgarstjóran, so er eingin ivi um at so nógva atkvøður sum Heðin Mortensen fekk á seinasta býráðsvalinum – gjørdi at skipanin ikki kundi velja annan borgarstjóra og sum við Franklin D. Rosenvelt er tað neyvan nakað sum forðar fyri at Heðin Mortensen verður borgarstjóri í høvuðsstaðnum restina av lívi sínum.

Valdið hjá borgarstjóranum í høvuðsstaðnum er stórt og víðfevnt tí ikki einans eru flestu býráðslimir í samgongu men tað skal nógv til áðrenn býráðslimir alment eru ósamdir um førda politikkin hjá býráðnum ella politisku raðfestingarnar.Av tí at hann er politikari fulla tíð er hann nógv meira inni í einstøkum málum og tí nógv betur fyri at kjakst í miðlunum um aktuell mál, sum vit sóu í kjakinum í sjónvarpinum gjárkvøldi.

Tórshavnar Býráð samtykti eina íløgu á 100 mió. kr. til eitt hús sum skuldi verða ein vinnudepil eitt nýtt ”Siliconvalley”…. men hetta vísti seg síðani ikki at verða lógligt og so kunngjørdi borgarstjórin at Sjóvinnuhúsið skuldi brúkast til kommunala fyrisiting. Hóast Sosialurin og Norðlýsið hava lýst málið alment hava tey fólkavaldu í Havn havt trupult við at tala at kósini hjá býráðnum. Øll í býráðnum eru væl ikki samd? Klaksvík hevur eina mælskan minniluta sum dugir væl at argumentera fyri sínum sjónarmiðum – men tað tykist sum einki mótspæl er í býráðnum í Havn til tað kós sum borgarstjórin setur. Og hvussu kunnu tey tað tá havnafólk valdu Heðin og restin av javnaðarflokkinum í býráðnum er har einsans tí atkvøðurnar hjá Heðin hava drigið tey inn?

Óivað átti borgarstjórin at verið valdur beinleiðis, men sum hetta starvið er skipað er týdningarmikið at ein ávís útskifting verður støðugt av persónum sum mynda hetta starvið. Tí átti ein borgarstjóri ikki at sitið longur enn tvær setur, men kanska skuldi hann ikki verið útihýstur frá at sitið fleiri setur – men kanska vit áttu at byrjað við at sett inn í lógina at borgarstjórin ikki kundi sitið meira enn tvær setur á rað.