Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hvussu og hvar sæst Super Bowl LVI?

Áron Sofus Høgnason Vest

Í kvøld verður finalan av øllum finalum. Finalan um Lombardi steypið. Super Bowl nummar 56.

Føroyingar, ið ynskja at síggja meistraligu snilduni hjá Matthew Stafford ímóti teimum hjá Joe Burrow, í ársins Super Bowl, kunnu síggja finaluna soleiðis:

Pre-game show við upptakt, analysum og stemningsfilmum: á TV3+ og á Viaplay frá kl. 21:30

Kick-off: á TV3+ og á Viaplay frá umleið kl. 23:30

Finalan væntast at verða liðug ímillum klokkan 04:00 og 04:30 í morginárini. Eftir sjálva finaluna verður MVP-heiðurshandan, steypahandan og samrøður við leikarar og hjálparfólk hjá liðunum báðum.

Annars verður alskyns upptaktstilfar framvíst á almennu síðuni hjá NFL á Facebook og kring sosialu miðlarnar annars. Norðlýsið skrivar leypandi greinar um Super Bowl.