Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu politiskt er Starvsmannafelagið

John William Joensen

Tað sum kann undra er, at formaður Starvsmanna-felagsins nú Kjartan, sum er borgarligur politikari, vinnulívsmaður og úr útjaðaranum, tekur harðliga til máls, krevur hann Kjartan dømdan.

Frá tingsins røðarapalli eiga orð og dømi at vera vigað. Orðaskifti eigur at fara fram sigandi og sámuligt, og ansast skal sjálvandi eftir, at partar sum ikki hava møguleika at vera við í kjakinum og tí ikki hava møguleika at verja seg, ikki verða niðurgjørdir.

Tá hetta er sagt, eigur at verða víst á, at hetta er tó ikki so einfalt, tí ikki tekst burtur, at tingfólk, sum geva heldur ilt av sær, ofta hava rætt, og  gingið var eftir tí hesi siga, hevði staðið betri til í landinum serliga innanfyri almenna sektorin.

Kjartan Joensen, sum umframt at verða tingmaður, hevur heilt frá ungum skapt stórar inntøkur bæði til Leirvíkar bygd og alt landið. Hann hevur virki við nógvum fólki í arbeiði og hevur brúk fyri vælvirkandi almennum stovnum, so krevjandi uppgávur verða loystar bæði skjótt, lætt og væl. Hann hevur ikki tíð at bíða.

Nú kanska hann var í so avgjørdur henda dagin á tingsins røðarapalli, tá hann vísti á, hvussu torført tað er at hava við almennar stovnar at gera. Vildi fáa hetta í rættlag.

Tó geva flestu føroyingar honum rætt og ynskja eina skjótari og betri tænastu. Okkara almenni sektorur er til fyri kundan, klientin ella brúkaran og ikki umvent, sum summi hava lyndi til at halda.

Hetta fekk formannin í Starvsmannafelagnum, Gunnleiv Dalsgarð at reisast sjóleysur og krevja at imuniteturin var tikin frá Kjartani, so hann kundi rættarsøkjast fyri hesar heldur óvanligu, men ikki óveruligu og ósonnu útsagnir.

Tað sum kann undra er, at formaður Starvsmannafelagsins nú Kjartan, sum er borgarligur politikari, vinnulívsmaður og úr útjaðaranum, tekur harðliga til máls, krevur hann Kjartan dømdan.

Hvar var formaðurin í Starvsmannafelagnum, tá Torbjørn Jacobsen frá tingsins røðarapalli tosaði um pottaplantur uppi í Norðurlandahúsinum meðan Lomborg vitjaði, tá hann tosaði um hesi fólkini sum sótu har við stórari almennari løn til onga nyttu. Hvar var Gunnleivur Dalsgarð, tá onnur tingfólk frá tingsins røðarapalli niðurgjørdu starvsfólkið í Innlendismálaráðnum, tá talan var um arbeiðs- og uppihaldsloyvir. Bara fyri at taka tvey dømi. Ikki eitt kvekk frá Starvsmanna-felagnum

Tí kunnu vit spyrja, er Starvsmannafelagið politiskt stýrt, og er tað tað, so er tíð uppá at rópa "vagt i gevær"!!