Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu stórt verður úrslitið av rakstri landskassans fyri árini 2016 og 2017?

Bill Justinussen

Hvussu stórt væntar landsstýriskvinnan, at úrslitið av rakstri landskassans – løgur ikki íroknaðar – verður fyri árini 2016 og 2017.

Munnligur fyrispurningur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu

1. Hvussu stór vóru úrslitini av rakstri landskassans – løgur ikki íroknaðar – árini 2012, 2013, 2014 og 2015?

2. Hvussu stórt væntar landsstýriskvinnan, at úrslitið av rakstri landskassans – løgur ikki íroknaðar – verður fyri árini 2016 og 2017.

3. Hvussu stórt heldur landsstýriskvinnan, at avlopið av rakstri landskassans – løgur ikki íroknaðar – eigur at vera, nú tíðirnar eru betri enn nakrantíð?

Seinastu árini hevur stór framgongd verið í føroyska búskapinum. Framgongdin gjørdi tað møguligt at lyfta rakstur landskassans frá stórum halli til avlop.

Men stór hall eru fíggjað við lántøku, og tí eigur tað almenna í góðum tíðum at hava alvop, sum megna at gjalda aftur lántan pening. Landskassin hevur seinastu mongu árini átikið sær at vera konjunkturjavnandi. Við at halda fast um almennu vælferðartænasturnar og harvið útreiðslur landskassans í búskaparligum fellistíðum, hevur landskassin tikið ringastu nosini av hóttandi kreppum.

Prísurin er økt almenn skuld. Tá vit nú hava búskaparliga framgongd, eigur landskassin at hava avlop til at gjalda skuld aftur við. Tí er umráðandi, at avlopini av rakstri landskassans støðugt vaksa við tí endamáli at gjalda niður almenna skuld.

Bill Justinussen