Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fer á tingfundinum í mikudagin at spyrja løgmann, hvussu verður við nógv umtalaða stuðlinum til fátæk børn.
Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fer á tingfundinum í mikudagin at spyrja løgmann, hvussu verður við nógv umtalaða stuðlinum til fátæk børn.
Í viðmerkingunum til spurningin sigur Bjørn Kalsø, at: “Nógv hevur verið gjørt burturúr fátækum børnum og børnum sum liva í fátækaváða bæði í miðlunum og á tingi. Undan jólum í fjør, í vár og undan valinum í heyst vóru uppskot gjørd, sum høvdu til endamáls at bøta um umstøðurnar hjá fátækum børnum. Okkurt teirra varð lagt fyri tingið, og Aksel V. Johannesen, núverandi løgmaður var enntá millum uppskotsstillararnar. Men nú nýggj samgonga er skipað, hevur landsstýriskvinnan á økinum boðað frá, at nevnda uppskot er skrottað, og at tað fer at taka rúma tíð at gera nýtt uppskot. Ivasamt er tí um nakar stuðul verður veittur fátækum børnum í ár”.
Spurningarnir til løgmann eru hesir:
1. Hevur samgongan gjørt nakað fyri at lyfta tey veikastu í samfelagnum: – M.a. fátækum børnum – úr fátækaváða í tíðarskeiðnum samgongan hevur sitið?
2. Hvørjar upphæddir eru nýttar í hesum sambandi?
3. Kann roknast við nakrari hjálp til nevnda bólk í 2015?




