Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hygg hasin báturin

John William Joensen

søgdu børnini í Innistovu í barnagarðinum Mylnuhúsið tá tey týsmorgunin vitjaðu umborð á nýggju Norðborg í Djúphavnini í Ánunum.

Týsmorgunin fóru trí til fimm ára gomlu børnini í Innistovu í barnagarðinum Mylnuhúsið ein túr norður í Norðhavnina at vitjað nýggju Norðborg.

Gingið var uppá brúnna har børnini vóru bertikin av at hyggja hvussu høgt tað var niður á bryggjukantin.
Síðani var farið niður í ovurhondsstóru lastina har truckurin hevði sera stóran áhugað.
Fabrikkina sóu tey eisini men mesta tíðin fór í "kondi-rúminum" har børnini royndu ymisku venjingartólini.
Síðani var matpakkin etin í messuni har børnini eisini fingu sodavatn í blikkdósum.
Dreingirnir vóru rættiliga bertiknir tá manningin umborð á Norðborg rokaðust við at seta Mob-bátin á sjógv……

Jú nógv var at fortelja mammu og babba tá børnini kom heim eftir vitjanina í Norðhavnini og myndirnar hava tær tríggjar sum starvast í Innistovu í Mylnuhúsinum Karina Lamhauge, Sigga Thomsen og Asta Svøstein sent okkum.