Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hygieinusjúkrarøktarfrøðingur loksins settur

(Norðlýsið – Tíðindi)

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur sett føroyingin William Smith í starv sum hygieinusjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum frá 1. desember 2006.

William Smith hevur 22 ára royndir sum hygieinusjúkrarøktarfrøðingur í Danmark. Í førum hava úrslit av virki hansara verið umrødd í loftmiðlum og í heilsufrøðiligum tíðarritum.

William Smith legði royndir afturat sínum virki tey fimm árini, hann arbeiddi sum hygieinusjúkrarøktarfrøðingur á universitetssjúkrahúsinum í Muscat í Oman frá 1990 til 1995.



Umboðað ES í Russlandi og Kina

Sum lið í heilsufrøðiligum samstarvi millum Russland og Europasamveldið var William í Russlandi í fjør, og hann var eisini í Kina í ES-Kina-høpi. Í ár hevur hann verið tvær ferðir í Kina, og heilsumyndugleikarnir í kinesiska býnum Hefei millum Beijing og Shanghai tóku til sín hansara uppskot um at gera mannagongdina við at fáa tamarhald á infektiónsskaðiligum ruski einfaldari. Kinesararnir hava biðið hann um at koma aftur og síggja, hvussu tað gongst teimum at royna uppskotið í verki.



Eftirtráað ætlan

Á Landssjúkrahúsinum hava tey í mong ár íðin strembað eftir at fáa ein hygieinusjúkrarøktarfrøðing til Føroya. Hetta er gjørt í tøttum samstarvi við ráðgevan í mikrobiologi, Leif Bæk, sum eisini er føroyingur.

Nú fer at verða arbeitt miðvíst við at einsrætta hygieinuna, soleiðis at hon verður á javnsettum stigi um alt landið.

Virkið hjá hygieinusjúkrarøktarfrøðinginum fevnir um allar stovnar undir almanna- og heilsuverkinum, harafturat fer hygieinusjúkrarøktarfrøðingurin at taka sær av eftirlitinum við hygieinuni í barnagørðum.

Hygieinuverkið er í løtuni ein hygieinunevnd á Landssjúkrahúsinum og ein á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Nú verður hygieinuverkið ivaleyst munandi styrkt við kontaktpersónum úti á deildunum.



Penisillinresistentar bakteriur

Serstakliga nú penisillinresistentar (meticillin) bakteriur (MRSA) taka seg fram nógvastaðni, er mikið umráðandi at byrgja fyri, at hesar bakteriur verða vanligar í Føroyum.

“William Smith er sera væl kvalifiseraður til at røkja hetta nýskipaða starv í Føroyum, og vit vænta okkum nógv av tí arbeiði, hann fer at hava við at seta skipanina i verk,” sigur Marin Vang, sjúkrarøktastjóri.