Í Norðlýsinum í komandi viku, altso ikki í blaðnum nú fríggjadagin, men í næstu viku, verður drúgv grein um hagapartin Bjargamansdal eystanfyri.
Í góðveðrinum í dag, fóru vit tríggir, eg, Karl Johansen og Esmund Sørensen. Esmund er 16 ára gamal og røktingarmaður í Barmi og í Bjargamansdali, ímeðan Karl Johansen er fjalmaður í báðum støðum, ímeðan bøndurnir báðir eru við Norðborg fyri tíðina.
Vit tríggir fingu ein góðan gongutúr í dag, komnir í húsið, sum teir eru í ferð við at byggja í Bjargamansdali, stóð Karl fyri døgurðanum, og á matarskránni stóð knettir frá Heygabúnini, og eg skal beinanvegin siga at tey smakkaðu ótróliga væl.
Men gleði tykkum til frásøgnina um Bjargamanstúrin í dag, sum verður at lesa um í blaðnum í komandi viku.
Men her nakrar myndir frá túrinum ídag:




