Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag byrjar tann mest fólksligi festivalurin

Danial Viðoy

CF 2015: Í dag klokkan 17.00 byrjar Sørvágs Country- & Blues festival 2015, sum Norðlýsið styttir til CF. Borgarstjórin setur festivalin og aftaná spælir tann heitasti country & bluegrass bólkurin, Blátt Gras.

CF 2015: Í dag klokkan 17.00 byrjar Sørvágs Country- & Blues festival 2015, sum Norðlýsið styttir til CF. Borgarstjórin setur festivalin og aftaná spælir tann heitasti country & bluegrass bólkurin, Blátt Gras.

Í gjár byrjaði CF eitt sindur, tá ið tiltøk vóru fyri børnini og tey ”orduliga” gomlu. Men í dag byrjað konsertirnar av álvara.

LES EISINI: FØROYA BESTI FESTIVALUR BYRJAR Í MORGIN

Umframt Blátt Gras eru nógvir aðrir góðir bólkar og einstaklingar, sum fara at gera Sørvág til eina countrybygd burturav:

Kl. 19:00 Kristel Lisberg (FO)
Kl. 20:00 Robert og vinmenn (FO)
Kl. 20:00 Sørvágs kirkja letur upp – Aftankvirra. Bjørk Gudmundsen sýnir fram myndir.
Kl. 21:00 Vágaverk/Váðaverk (FO)
Kl. 22:00 Uni Debess & The Tomcats (FO)
Kl. 23:00 Jambalaya Band (DK)
Kl. 00:00 Laura van den Elzen (NL)
Kl. 01:00 Halleluja Sofus (FO)

Tað eru nógvir góðir festivalar í Føroyum, sum allir hava sítt eyðmerki og eyðkenni. Tað, sum eyðkennir CF er tann fólksligi og blíði andin, ið valdar millum luttakarar, gestir og fyrireikarar. Øll gera sítt íkast til tess at fólksliggera CF. Tað er tað, sum sereyðkennir Sørvágs Country- & Blues festival. – Avbera hugnaligt tiltak, tí hetta fólksliga og blíða eyðkennir lyndið føroyinganna.