Og tað verður markerað við konsert og fyrilestri í Spaniastovu í kvøld. Fleiri av kendu løgunum hjá honum frá The Beatles tíðini og solokarrieruni verða framførd live og tulkað av lokalum sangarum. Eisini fer Andras Sólstein at hugleiga um mannin, sum hevði fylt 75 ár í dag, um honum varð unt at liva, men hann bleiv tíverri skotin 8. Desember 1980.
Konsertin kl. 22 er útseld, og eykakonsertin kl 19:30 er um at verða útseld, so tað er at skunda sær, um ein vil tryggja sær pláss í Spaniastovu í kvøld. Menn hava vant dúgliga seinstu dagarnar fyri at fáa alt upp á pláss til í kvøld, og her er eitt stutt brot frá venjing, har kórið til Nowhere Man skal fáast at sita.




