KÍ-hópurin kom aftur úr Luksemborg hóskvøldið. Síðani hevur hópurin havt nakrar venjingar í Klaksvík, har tann síðsta var í morgun. Í dag kl. 14.30 er fráferð úr Vága Floghavn. Talan er um eina av lættastu ferðunum hjá hópinum, tí úr Kastrup er bara ein hálvur tími til ein tími at koyra til Malmø.
Dysturin verður týskvøldið kl. 18.00 og kann síggjast í KÍ-varpinum á ki.fo.


