Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag hevur danska stjórnin føðingardag

Danial Viðoy

Í dag eru tvey ár síðani stjórnin við Helle Thorning tók við. Danskir politiskir eygleiðarar hyggja í dag eftir, hvussu føðingardagsbarnið hevur skikkað sær ella klárað seg. Á føðingardegnum fer fólkatingið at viðgera støðuna í ríkinum.

Í dag eru tvey ár síðani stjórnin við Helle Thorning tók við. Danskir politiskir eygleiðarar hyggja í dag eftir, hvussu føðingardagsbarnið hevur skikkað sær ella klárað seg. Á føðingardegnum fer fólkatingið at viðgera støðuna í ríkinum.

Jú okkurt er hent hesi bæði tvey árini. Ein rúgva av reformum, flutt tveir ráðharrar um, persónsakir og fleiri vánaligar veljarakanningar. Hóast hetta stendur stjórnin enn.

Politiskir eygleiðarar vænta, hóast nógv rumbul, at stjórnin heldur í trý ár, men ivast í, um hon nær tann fjórða føðingardagin.

Ein rúgva av reformum

Stjórnin kann gleðast yvir, at hava fingið nógv í gjøgnum upp á tvey ár. Væl meira enn nógvar undanfarnar stjórnir hava megnað. Av reformunum kunnu vit nevna kontanthjálp, SU, fyritíðarpensión og fólkaskúlareform.

Tað eru fakfólk innan fíggjarheimin og nøkur vinnulívsfólk, sum í roynd og veru rósa stjórnini fyri tað, sum higartil er útint.

Stjórnin sigur, at føðingardagsgávan, vit hava fingið er: at politikkurin, vit hava sett út í kortið, so smátt byrjar at virka úti í samfelagnum og serliga innan fíggjarstøðuna í landinum.

Ójøvn á orðið

Tað er ymiskt hvussu lúðurin ljóðar í sambandi við hesa stjórnina. ‘Enhedslisten’, sum skaffaði Helle meiriluta at stovna stjórn, heldur at stjórnin er á grundleggjandi skeivari kós. ‘Enhedslisten’ sigur, at tað ikki gagnar nakað at brúka milliardir upp á skattalætta til vinnuna, tí tað skapar ikki arbeiðspláss; samstundis sum eldru borgarar mangla røkt og umsorg, ið tey hava krav uppá.

Veljararnir hava heldur ikki ein góða føðingardagsgávu til stjórnina. Politiskur eygleiðari sigur, at óansæð hvussu nógv stjórnin ger, verður hon ikki lønt aftur. Tað vísa tær nógvu veljarakanningarnar, ið geva Helle ein frammaná. Hesin politiski eygleiðarin úr DR sigur ørsøkina vera hesa:

– Tað eina er, at tey hava latið vera við at gera eina rúgvu av tí, sum stjórnin lovaði á føðideildini. Hitt er, at nógv av tí stjórnin hevur fingið ígjøgnum, eru mál, tey ávaraðu harðliga ímóti – áðrenn seinasta val – og enn tá sagt, at tey ongantíð høvdu droymt um at framt. M.a. at geva skattalætta til toppskattin og at lækka partafelagsskattin.

Til ber at lesa meira her

Á føðingardegnum fer stjórnin at viðgera støðuna í ríkinum. Tað fer føroyski portalurin at sjónvarpa. – Beinleiðis sjónvarp av Christiansborg