Kl. 14.00 verður ein kanska søguligur dystur í Klaksvík, tá bestu kvinnuliðini hjá KÍ og ÍF/Víkingi bresta saman.
Kl. 14.00 verður ein kanska søguligur dystur í Klaksvík, tá bestu kvinnuliðini hjá KÍ og ÍF/Víkingi bresta saman.
4 umfør eru eftir at spæla hjá 1.deild kvinnum. Men KÍ kvinnurnar eru 11 stig frammanfyri næstbesta liðið og tað merkir, at KÍ verður FM vinnari við sigri í dag. Hetta verður 15. FM heitið á rað, og tað er heimsmet í kvinnufótbólti. Tað er ájavnt við eitt manslið í Vanuatu, tó at tað enn er ógreitt, um kappingin í hesum oyggjalandinum kann góðkennast.
Men heimsmet verður so sett, um KÍ kvinnurnar vinna sín dyst. Tann kanska søguligi dysturin byrjar kl. 14.00. Væntandi vera nógvir áskoðarar til hendan dystin, sum kann blíva søguligur.
Les eisini:




