Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Í dag kann Norðingur javna til 2-2

Jákup Ósá

Fjórði FM-róðurin verður í dag á Varmakeldu í Fuglafirði.

Talan verður um ein áhugaverdan róður í nógvum bátastøddum. Hjá bæði 10-mannaførum og 8-mannaførum fingu vit nýggjan vinnara seinast. Í kappróðrarsendingini á FM1 í gjár kom fram, at vinnandi manningin á Jarnbardi hevur skift bátastødd og fer nú at rógva við Píli við 5-mannaførum kvinnum, tí eingin kapping hevur verið um 1. plássið hjá 6-mannaførum. Fípan Fagra hevur frammanundan vunnið allar róðrarnar, men seinast var tað tepurt á jóansøku.

Í somu sending kom fram, at fyrrverandi rógvarar hjá Orminum Langa og Klaksvíkingi hava mannað 6-mannafarið Kollfirðing. Tað hevur ljóðað, at 10-mannafarið Kjølur møguliga verður mannaður til 2024 og so er spurningurin, um hetta er fyrsta stigið móti tí ætlanini.

Hjá 10-mannaførum fara fólk norðanfyri helst mannasterk til Fuglafjarðar eftir, at Norðingur vann á jóansøku. Norðingur hevur havt framgongd hvønn róður og seinast eydnaðist at vinna og enntá við hálvari bátslongd. Felags fyri allar tríggjar róðrarnar í ár hevur verið, at kappingin hevur verið sera hørð nærum allan teinin. Klaksvíkingur hevur bara einaferð roynt at tapt frammanundan róðrinum á jóansøku síðani størsti partur av hesari samansetingini byrjaði við 10-mannaførum í 2021, so spennandi verður at síggja, um eitt aftursvar kemur ella um Norðingur nú fer at javna til 2-2.

Kappróðurin í Fuglafirði byrjar kl. 15.00.