Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag kl. 16 lata handlarnir í Klaksvik dyrnar upp og so byrjar tunnilsfestin

John William Joensen

Í samband við at 10 ár eru síðan Norðoyatunnilin varð alment tikin í brúk verður ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin frá í morgun Kristihimmalferðardag til og við sunnudagin. Handlarnir í Klaksvíkar Handilsfelag hava opið frá kl. 16 til 20 Kristihimmalferðardag. Í hesum sambandið er stóra tunnilsblaðið hjá Norðlýsinum borið í hvørt hús í landinum í morgun – við hópin av tunnilstilboðum.

Norðoyatunnilin varð alment tikin í nýtslu tann 29. apríl 2006 og í samráð við Klaksvíkar Handilsfelag og Klaksvíkar Kommunu hevur P/F Norðoyatunnilin avgjørt, at frítt verður at koyra 5., 6., 7. og 8.mai.

Umframt at hópin av tiltøkum dagarnar 5., 6., 7. og 8. mai. hava handlarnir í Klaksvík opið soleiðis:
Kr. himmalsferðardag tann 5. mai opið kl.16:00 – 20:00.
Fríggjadag tann 6. mai er opið sum vanligt.

Leygardag tann 7. mai  er opið opið frá kl. 10:00 – 20:00.

Sunnudagin tann 8. mai er mammudagur, og tá hava ávísir handlar opið frá kl. 08:00 til kl. 16:00.
 
Í samband við at handlarnir hava opið til kl. 20 leygardagin, koyra býbussarnir til kl. 20 leygardagin 7. mai.