Tað skal ganga heilt galið i síðsta dystinum í dag móti NSÍ, um FM skal fara av hondum.
Í dag er síðsta umfar í bestu kvinnudeildini. KÍ fær vitjan av NSÍ og tað eru hesi bæði, sum hava kappast um FM alt árið. Í endaspælinum hevur KÍ havt munin, tí KÍ hevur vunnið annan dystin móti NSÍ, meðan hin endaði javnt. Tí er KÍ trý stig frammanfyri og hevur ein so nógv betri málmun, at NSÍ skal vinna við sjey málum, um NSÍ skal vinna FM.
Tí bendur nógv á, at KÍ fer at vinna sítt 24. FM í dag.
Dysturin millum KÍ-NSÍ byrjar kl. 15.00. Dómari verður Andras Frederiksberg.


