Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Í dag skal Klaksvíkskappingin avgerast

Jákup Ósá

Bæði KÍ og HB ”spardu” leikarar í gjár.

Kl. 13.00 spæla HB-EB/Streymur um 3. pláss. Í gjár tapti HB við einum liði, ið var langt frá tí sterkasta og tí kann hugsast, at HB-liðið verður betri mannað í dag. EB/Streymur gav í gjár nógva leiktíð til tað, sum liktist sterkasta liðnum. Tí kann hugsast, at HB fer at vera í sterkari útgávu, meðan EB/Streymur fer at skifta nógv út í uppstillingini.

 

Kl. 15.15 spæla KÍ-Víkingur finaluna. KÍ spældi við tveimum blandaðum liðum hvønn hálvleik í gjár, meðan Víkingur gav nógvar minuttir til tað, ið líktist sterkasta uppstilling. Tí kann hugsast, at KÍ í dag fer at stilla við sterkari liðið enn Víkingur, ið tó helst hevur brúkiliga breidd, tí Víkingur vann næstbestu deildina í fjør.