Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag skulka tey í Havn

Danial Viðoy

Løgreglan fortelur í morgun á síni Facebook-síðu, at bilførarar mugu vera varnir, tí árligi skulkidagurin í Studenta- og HF-skeiðnum í Hoydølum. Av tí sama kann roknast við bíðitíð á Hvítanesvegnum.

Løgreglan fortelur í morgun á síni Facebook-síðu, at bilførarar mugu vera varnir, tí árligi skulkidagurin í Studenta- og HF-skeiðnum í Hoydølum. Av tí sama kann roknast við bíðitíð á Hvítanesvegnum.

Føroya Politi skrivar soleiðis á vanganum í morgun:

Ársins skulkidagur er í Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum í dag. Av tí sama kann roknast við bíðitíð á Hvítanesvegnum, eftirsum næmingar í góðum lag fegnir vilja heilsa upp á allar bilførarar.”

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verið nakrar ferðir eftir hondini. Tað voldi í byrjanini kanska til meira øsing enn neyðugt. Men við árunum eru bæði løgregla og bilførarar vorðnir nokkso tolnir við árliga bilproppin.

Ongin ivi er um, at næmingarnir hava tað stuttligt.

Sí eisini mynd niðanfyri: