Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag verður stóri barnadagurin fyri børn – Fiskikapping og Vatnkríggj á Sjómannadegnum

Oliver Joensen

Enn ber til at melda seg til fiskikappingina. Sjómannadagurin undirstrikar at børn, sum ætla sær umborð á bátarnar í vatnkríggj, SKULU VERA Í BJARGINGARVESTI, strangt eftirlit verður við tí, tá fari verður umborð.


Brot út skránni:

kl.18:00

Fiskikapping á Kósabrúnni

Stór fiskikapping fyri SJÓRÆNARAR á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.

Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni

Kl. 19:00

VATNKRÍGGJ Á VÁNNI

Sjóverjuskipini BRIMIL og TRITON luttaka.

Eftir fiskikappingina leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð.

Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminka sum sjórænarar.

Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í.

Øll – bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við børnunum. Tann stóri sjórænara kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn pistólum o.ø.

Tað er ikki loyvi at kastað vatnballónir á sjógv og tí kunnu vatnballónir einans nýtast á landið.

Sløkkilið úr fleiri økjum í landinum luttaka.


KAPTAJN GARDAR – vatnkríggj

Av tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatn kríggið á landið fyri smærru børnini – á bryggjuni frammanfyri KRYVJING – sum er á vestursíðuni.

Her ber eisini til at síggja skipini kríggjast á Vánni.

Kaptain Gardar skipar fyri og luttekur í vatn krígginum!

Eftir vatnkríggið er Kakao, Sunkist og góðgæti til børn og vaksin við stórapall í Klaksvíksgarðinum.

Sí skránna fyri Sjómannadagarnar trýst her >>