Í hesi flagggøludøgum hugsi eg at vísa til eina hending í Danmark, sum eisini avdúkar eitt sindur av tí orðalagi, nakrir danir hava um okkum.
”Hvis det fandme er så godt der oppe, flyt så der op igen, hvor I hører hjemme”, segði danin við ein føroyskan leikara eftir ein fótbóltsdyst.
Undirritaði er so heppin, at vera partur av einum føroyskum fótbóltsliði í Keypmannahavn, nú hesin er undir lestri í danamanna-høvuðsstaði.
Danin gjørdist óður
Í vár spældu vit ein tættan dyst, har vit at enda vóru við yvirlutan og vunnu tepurt 3-2 (á útivølli, ikki bara í Danmark, men eisini í kappingini).
Hetta fall ikki í góða jørð hjá einum eldri manni, sum var fjeppari hjá heimaliðnum. Tað hóvaði ikki hesum at tapa í móti føroyingum, torir undirritaði at siga; tí eftir dystin var hann ikki mjúkorðaður:
”I lorte færinger!”, rópar gamli danin við føroyska leikaran.
”Ja, vi har meget fårelort deroppe, men det er et fantastisk land”, verður svarað aftur í einum eitt sindur mildari tóna enn danin. – Leikarin hevði ikki fyri neyðini at vera óður, tí sigurin var okkara. Danin svarar aftur:
”Hvis det fandme er så godt der oppe, flyt så der op igen, hvor I hører hjemme!!”.
Undirritaði stingur aftur, eftirsum at danin er í ”reyða feltinum”:
”Nej, ikke endnu, vi skal lige nyde godt af de danske skattepenge, inden vi tager hjem igen.”
Um danin var illur yvir tapið áðrenn, so hjálpti svarið hjá føroyinginum ikki:
”I er nogle lorte rotter!”
Føroyski leikarin svaraði ikki aftur, men lat mannin fara súran av vøllinum. Danin skoytti so ikki nógv um føroyingar – ið hvussu er ta løtuna.
Skoyta danir um okkum?
Tað eru verri enn so allir danir, ið eru á henda hátt. Undirritaði kennir nakrar eftir hondini. Men tað er tó vert at steðga við hesa margháttligu hending, nú vitanin um Føroyar tykist vera so lítil sum ongantíð fyrr.
Teir flest danskararnir vita ikki, at vit nýta gott av donskum skattakrónum. Tað er heldur ikki løgið, at fleiri føroysk ung leita sær til Danmarkar at fara undir hægri lestur. Tað er eitt satt Kánansland, tað lovaða lestrarlandið, har tað ikki trýtur við almennum tænastum.
Tað ber væl til at lesa í Danmark, uttan at arbeiða við síðunar av. Eitt lítið lestrarstarv við síðunar av ger bert, at mann kann liva sum ein greivi.
Men tað eru verri enn so allir danir, sum vita av hesum. Og tað eru eisini nógvir danir, sum ikki vita, hvussu vit liva okkara lív heima í Føroyum. – Orðalagið um Føroyar er mangan: ”det er en fiskerination, der ikke kan andet end at fiske” og undirritaði er tíðum vorðin spurdur: ”er der nogle uddannelser deroppe?”.
Hasin eldri maðurin var ei fegin um ósigurin í móti føroyingunum, og tí brast hansara tjóðskaparliga bumba oman yvir hendan føroyska leikaran, sum bert kundi flenna. Veit ikki reiðiliga hvar handan hendingin kann bólkast tjóðskaparliga, men margháttligt er tað ið hvussu er.
ps. undirritaði er ikki ein tjóðveldismaður, hóast hetta kundi verið líkt einum við tjóðveldisfólki við undirlutakenslum, ið royndi at finna einhvørja orsøk fyri loysing 😉 .




